Skip to main content

Sætti desember


Alt av náði. Gávuregn í postkassanum, sætta desember. Ein gávumildur lesari hevur fíggjað skanning, rættlestur, prenting og útbering av bókini hjá C.H. Spurgeon (1834-1892), sum Victor Danielsen (1894-1961) týddi og gav út á Nýggja Forlagnum í Fuglafiriði í 1951, Alt av náði. Í 1981 varð bókin endurprentað saman við Leirkerinum og nú geva hesi bæði forløgini bókina út á triðja sinni, hesuferð í 20.000 eintøkum og borin í hvørt hús í Føroyum. Soleiðis verður sagt úr postkassanum. Eitt klingadi bókaheiti, sum eg plagi at víðka við hesum orðum: restin sum uppiborðið. Alt av náði, og restin sum uppiborðið. Umframt náðina, sum alt árið streymar úr ymsum loynikrókum, hava vit hin fría viljan.

Herfyri sendi ein Facebookvinur mær eitt ummæli av eini italskari matstovu á Blegdamsvej í Keypmannahavn. Ummælið stóð í avísini Information og tá eg klikti meg inn á teirra heimasíðu, sprakk eitt tilboð upp á skermin um at halda blaðið í fýra vikur, uttan kostnað. Eg tók av og nú kom danska fríggjadagsblaðið í føroyska týsdagspostkassan. Hóast fleiri dagar gamalt, kennist tað gott at hava eina snøgga og innihaldsríka avís millum fingrarnar.


Men tá eg blaði einaferð og lesi oddagreinina, har Mette Davidsen-Nielsen bekennir seg sum dildoman, er mær ov mikið. Eru tað bara aldrandi provokatørar frá eini aðrari tíð, sum skriva hetta blað? Ella eri eg sjálvur blivin so gamal, at eg ræðist hesi fólk, ið hava júst so forstokkaðar meiningar, sum eg sjálvur og bara tí vilja geva út eitt blað, sum einaferð var gott, men nú er vónleyst yvirhálað, hóast tey siga seg samstarva við The Guardian, mínum favoritti?

Eg eri sannførdur um at dagarnir hjá pappírsavísini eru taldir. Men hvat, tað er gávutíð. Kanska kann ein pappírsmiðil sannføra meg um at har eru bæði knotur og gávur - eina tíð enn. Í meðan mugu kræsnir avíslesarar dúva uppá náði úr ókendum hornum. Jú, sannliga alt er náði. Og restin er sum uppborðið. Eitt nú hin ódugiligi pennurin.