Skip to main content

Tjúgundi desember


Tjúgundi desember og mest sum allur kavi er skolaður burtur í regninum. Politiska stevið í samgonguni er farið sama veg. Skolað so púra burtur. Jólini verða neyvan hvít í ár, hóast eitt følv legðist í morgun. Myndin omanfyri er tikin í døgurðatímanum gjøgnum ein opnan skrellikonteynara uttanfyri kirkjugarðin við Velbastaðvegin. Myndin niðanfyri er tikin løtu seinni á Tinghúsvøllinum. Myrkt er í Tinginum og longur uppi í gongugøtuni hómast eitt jólasølutelt.



Vikuskiftisbløðini, sum eg nústani havi lisið, eru á tremur við teim mest margháttligu jólagávum, eins og í valdystinum í oktober, og Vikublaðið nærkast støddini, sum var fyrr. Jólatilboðini eru eisini flutt út á gøtur og stræti, sum í hesum føri, har Føroya Bjór minnir á at vit standa fyri eini brúsandi høgtíð. Eyðsæð er, at politikarar longu eru lagstir á jólabrúsið.


Mótsetningar møtast á jólum. Ljós møtir myrkri og flestu fegnast um føðing. Men verri var við amerikanska sangaranum Jon Bon Jovi (John Francis Bongiovi). Í tilskundandi jólahugnanum hevði onkur funnið fragd í at siga hann var deyður, 49 ára gamal. So var ikki, og hann kann eisini hesi jólini syngja Hallelujah, sum hesar báðar myndirnar niðanfyri vísa. Hoax, kalla tey tílíkt á netinum. Sum tá Bárður skrivar bræv uppá nakkan á Jenis og øllum hinum í samgonguni. Hoax, at skriva rokning uttan vert.


Til tess at mana deyðssøgurnar í jørðina hevur Jon Bon Jovi sjálvur lagt eina dagfesta mynd á Facebook í gjár, har hann speiandi sigur at "Heaven looks a lot like New Jersey." Við orkestri spælir hann har á leiðini heilt til jóladag.