Skip to main content

Trettandi desember


Í gjárkvøldið skein og glampað mánin yvir Nólsoyarfjørð, meðan skipini sigldu framvið og Manchester City spældi móti Chelsea. Tað bera oyðsl fyri milliardir, sigst. Einasta, ið hevði áhuga var mánin, sum eg fangaði millum Stong og Eystnes eina løtu á terrassuni uttan stativ. Ovara myndin er tikin við 1,3 sekund eksponerinsgatíð og hendan niðara, har glerið á kampingplássinum hómast, við 4 sekundum.


Og í dag er trettandi desember og nýggju vetrardekkini skulu roynast fyri at staðfesta, um tað er lættari at koma fram í bili, heldur enn til gongu í Havn. Og jú, tað gekk sum smurt at koyra til arbeiðis í Havn í morgun. Alternativið var at royna at ganga, hóast ikki ber til at standa á beinum, so hált tað er millum húsanna í Eysturbýnum. Tað er tann øvuta verð. Har eingin bilur koyrur er ikki gangandi. Bilur er makt.


Jólini eru tað bera oyðsl, sigur 86 ára gamla Ania í Gøtugjógv í áhugaverdari samrøðu við Beatu í Dimmalætting. Okkum nýtist bara at hyggja í postkassan hesa ársins tíð. Har er so sprenfult av lýsingum og ókeypis avísum, sum vilja noyða alt millum himmal og jørð uppá okkum. Brúkslutir, sum í allar flestu førum veruliga eru tað bera oyðsl. Sjálvvirkandi parkeringsskivur, trimmarar til næsahár og líknandi fjas til mannin ella kvinnuna, ið framman undan hava alt. Jú, jólini eru ein brúkaraveitsla uttan líka. Tey beru handilsjól, júst sum Ania sigur. Eg ynski henni og hennara eini gleðilig jól.


Tí er eisini gott at tey, sum hava í yvirflóð, kunnu lata til onnur, ið ikki hava so nógv um hendi í føroyska stættarsamfelagnum. Slík tiltøk eru mong í hesum døgum, sjónlig og ósjónlig, har fólk og fyriskiparar eru nevnd, ella ónevnd. Og helst eru mong, ið takka fyri tað. Á heimasíðuni hjá tiltakinum Í Menniskjum Góður Tokki verður fyri árið 2010 sagt: "Tørvurin á at fáa jólahjálp var ómetaliga stórur – heili 376 familjur fingu jólahjálp. Flestu av hesum familjum vóru ógvuliga sperdar fíggjarliga og stríddust dagliga fyri at fáa endarnar at røkka saman. Hetta ber tíverri boð um eitt samfelag, sum ikki hevur megnað at skapa eitt nóg gott trygdarnet undir fólki, tá tørvur er á tí. Tað fyrsta er góður grundvøllur at byggja á, tað næsta stór avbjóðing at vinna á."