7.1.12

Buzz Aldrin er lendur við Gjógv


Johan Harstad lesur á G!festivalinum í Gøtu 2006 (foto: Ole Wich). Motorsúkkla hjá ferðafólki við Gjógv, har søgan hjá Harstad um Buzz Aldrin fyri ein stóran part fer fram (foto: Birgir Kruse)

Her eru trý Buzz klipp av egnum bloggi. Mín bloggur skrivar 25. apríl 2008:

”Mín bók er ein tarvur, filmurin ein supputerningur”, skal Ernest Hemingway hava sagt, tá John Sturges í 1958 gjørdi film úr søguni um Gamla mannin og havið (1951).

Bótasúpan ella ikki, í Noregi hava tey, ið gera film, kastað seg yvir skaldsøgur. Tíggju av norsku spælifilmunum byggja á skaldsøgur, og fleiri eru á veg. Fyrst og fremst í biohallunum, men eisini í norskum sjónvarpi.

NRK hevur ætlanir um í 2010 at vísa fýra partar, sum byggja á skaldsøguna hjá Johan Harstad (f.1979) Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i al mylderet? (2005). Søgan fer fram í Stavanger, haðani Harstad er ættaður, og so við Gjógv og aðrastaðni í Føroyum.

Í 2006 læs Harstad á G!festivalinum. Sama árið læs hann á niðurlendska festivalinum Crossing Border, sum lýsti høvundan soleiðis:

Buzz Aldrin, where have you gone to? is the title of young Norwegian writer, Johan Harstad’s debut novel. Buzz Aldrin was the second man on the moon, literally following in the footsteps of his Apollo 11 colleague, Neil Armstrong. Following their mission to the moon, and compared to Armstrong in particular, Aldrin lived a relatively anonymous life. That’s exactly what allows him to become a hero for Mattias, the leading character in Harstad’s book. Mattias hopes to live an anonymous life too, but a trip to the moonscape-like Færøer Islands foils his plans. This favourably reviewed debut novel has also been well noted for Johan Harstad’s frequent references to the Scandinavian Music Scene.

Og hvør veit, kanska fáa vit sum frá líður okkurt egið sjónvarpsdrama, so vit sleppa burtur úr ævigi tilveruni sum statistar, waiting in the wings on the dark side of the moon.

Buzz Aldrin í Býráðnum
Føroyski samskiparin Gudmundur og tveir úr norska filmsliðinum, Geir og Jakob, á mínari skrivstovu í dag (Mynd: Birgir Kruse)

Mín bloggur 12. mai 2009: Gudmundur Helmsdal Nielsen samskipar locations fyri norska filmsleikstjóran Geir Henning Hopland og íslendska myndamannin Jakob Ingimundarsson.

Ørindini á Býráðnum í dag vóru at finna eina skrivstovu, ið hóskar sum karmur um arbeiðið hjá einum føroyskum málsviðgerða. Helst verður tað skrivstovan hjá borgarstjóranum, teir fara at brúka.

Norski filmurin, sum verður vístur í fýra pørtum í norskum sjónvarpi í 2010, byggir á skaldsøguna hjá Johan Harstad (f.1979) Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i al mylderet?

Skaldsøgan kom í 2005 og árið eftir las høvundurin á G festivalinum í Gøtu.



Njál í Aldingarðinum


Neil Alden Armstrong, Michael Collins og Edwin Eugene 'Buzz' Aldrin Jr. mannaðu Apollo 11 fyri fjøruti árum síðani. Senni sang Lobo í føroyskum útvarpi um Armstrong á Mánanum og norðmenn komu higar at gera sjónvarpsfilm, kveiktir av Buzz Aldrin, sum hvarv í heimsins meldri (Mynd: NASA, Føroya deild)

Mín bloggur 21. juli 2009: Fátt kann sum ein væl vinklaður poppsangur minna teg á farnar tíðir og hendingar. Um dagarnar kom mær til hugs setningurin ‘When a Man Called Armstrong Walked upon the Moon’. Ein sentimentalur poppsangur við Lobo, sum Útvarpið plagdi at spæla miðskeiðis í sjeytiárunum. Minnist eisini at ein vinmaður átti LP plátuna, sangurin var av Just a Singer, ið fevndi um sangir, tíðartinnur, sum onnur høvdu skrivað.


Mest spældi sangurin í Útvarpinum var Rings, men handan tveir aðrar sást navnið John Stewart (1939-2008) sum høvundur. Annan sangin Daydream Believer kenna øll frá The Monkees í 1967. Men hin, við turrisliga heitinum Armstrong, bleiv aldri nakað popphitt ella landaplága. Kom ikki á singleplátu á okkara leiðum, men fjaldi seg á hesi smikursøtu Lobo-LP plátu frá 1974.


Men í mínum minni stendur júst hesin sangur sterkastur, tá vit hyggja aftur á sjeytiárini og í hesum døgum minnast at fjøruti ár eru liðini síðani Apollo 11 fór í ringrás og allur heimurin fylgdi við tá fyrsti maður, Neil Alden Armstrong, trein á Mánan.


Øll hildu ondini og savnaðust um hesa kosmisku hending, ið sameindi Heimin millum guddóm og tøkni úti í tí ókenda. Alt var gott og á rættari leið. Eisini í poppheiminum, har áskriftin For the Peace of All Mankind endaði á tittulblaðnum hjá poppbólkinum Christie (CBS 1971).


Nógv seinni kom eg eftir, hvør høvundurin at tekstinum Armstrong var. Tað var John Stewart við legendarisku LP plátuni California Bloodlines (Capitol 1969). Á heimasíðuni http://www.chillywinds.com/ fann eg tekstin til sangin, sum í dag er ein minnisperla av teim hugfarsliga søtu. Spælir við beiskt og revsandi krydd, men er avgjørt harmoniskur við fittum og langum eftirsmakki.


Upprunamaðurin John Stewart sang sjálvur um Armstrong á fýra ymsum plátum: Cannons in the Rain (RCA 1973), Forgotten Songs of Some Old Yesterday (RCA 1980), Armstrong (Homecoming 1994, single), Airdream Believer (Shanachie 1995) og Gold (Wrasse Records 2000).


Í dag ber til at ganga í fótafetum Armstrongs á netstaðnum Google Moon og síggja júst tað, ið NASA sigur at hann sá fyri fjøruti árum síðani.


Men her er teksturin um Armstrong á Mánanum. Og hvør veit, kanska var hann aldri einsamallur har úti í tí fjara, Njál í Aldingarði Armstrong fyri fjøruti árum síðani.


Armstrong


Black boy in Chicago
Playing in the street
Not enough to wear
Not near enough to eat
But don't you know he saw it
On a July afternoon
He saw a man named Armstrong
Walk upon the moon


Young girl in Calcutta
Barely eight years old
The flies that swarm the market place
Will see she don't get old
But don't you know she heard it
On that July afternoon
She heard a man named Armstrong
Had walked upon the moon
She heard a man named Armstrong
Had walked upon the moon


The rivers are getting' dirty
The wind is getting bad
War and hate is killing off
The only earth we have
But the world all stopped to watch it
On that July afternoon
To watch a man named Armstrong
Walk upon the moon
To watch a man named Armstrong
Walk upon the moon


Oh I wonder if a long time ago
Somewhere in the universe
They watched a man named Adam
Walk upon the earth


(John Stewart)