Skip to main content

Eru føroyingar blivnir morgunfólk?


Ein Sony transistor frá tíðini, tá eg varð føddur

Meðan eg hoyrdi Boris Gardner syngja I wanna wake up with you í Útvarpinum í morgun, fór eg at hugsa um eina løgna tíðarskjóting. Alt sum fyrr var um kvøldið er nú um morgunin. Og tað er ikki sovritt, sum kemur við aldrinum og er tengt at vesinum, eg hugsi um. Nei, tað er alt, sum er fari á morgunskránna hjá Útvarpinum. Tað sum fyrr var seinni. Og oftast um kvøldið. Í heyst verða tjúgu ár síðani Náttarravnar vórðu floygdir. Eg veit fyri vist at teir flugu langt inn í náttina, hvørt leygarkvøld eini átta ár á rað. Í dag hendir einki eftir at tíðindini klokkan seks eru liðug. Og fólksins kjaksending, Fimmarin, er flutt frá mikudegi klokkan fimm til hvønn morgun eftir níggju. Og tungu mentasendingarnar, sum vóru mánakvøld klokkan sjey eru aldri seinni enn klokkan fimm. Fyrrverandi flaggskipið, V4, er drigið av prime time bedingini leygarkvøldið klokkan sjey og skvisað inn í Skarpholið ein fríggjamorgun trýkorter til tíggju. Sum fyrrverandi Náttarravnur vil eg spyrja, um øll hava tað so? Eru tit øll blivin morgunfólk?