Skip to main content

Føroyar í litum


Klikk á myndina og hon verður størri. Høgu fjøllini har norðuri í Eysturoynni hava fingið purpurlit, ið svarar til hæddina og aldri áður havi eg sæð Eiðsvatn so stórt, sum tað veruliga er. Føroyakortið er veruliga dagført.


Klikk á myndina og hon verður størri. Vágar, omanfyri, eru dagførdar við longdum flogvølli


Klikk á myndina og hon verður størri. Høvuðsstaðurin er dagførdur og serliga spennandi er at síggja grynnur og dýpi, til dømis millum Stong og Eystnes. Haldi ikki at nakað Føroyakort áður hevur sýnt hesar upplýsingar

Aldri áður hava vit sæð okkara egna land á korti í litum, so sum sæst í teim trimum klippunum omanfyri. Tí skrivar Nám soleiðis í tíðindaskrivi í dag:

Rói Højgaard teknar í hesum døgum nýtt føroyakort til Nám. Kortið, sum er í altjóða litum og í stødd 1:100 000, verður í nýggja heimsatlasinum, sum hevur arbeiðsheitið "Heimurin – atlas til heim og skúla".

Umframt at fylla 12 blaðsíður í atlasinum, verður føroykortið eisini talgilt og kann takast fram á samvirknum talvum í mongum løgum. Staðarnøvnini eru fleiri enn 1700.

Rói er forritari og starvast hjá Føroya Dátusavni.
- Hetta hevur verið ein frálík og sera lærurík uppgáva fyri meg. Tá tit frá Námi komu til okkara og spurdu, um tað var gjørligt at gera eitt nýtt og nútíðar føroyakort, varð eg bæði ovfarin og glaður, sigur Rói.

- Hóast hetta ikki er yvirtikið mál, havi eg leingi havt tankar um, at vit føroyingar áttu at gjørt okkara egna føroyakort í stórari stødd og við øllum staðarnøvnum, heldur enn at hetta arbeiðið verður gjørt av einum donskum stovni. Vit í Føroya Dátusavni eiga eina rúgvu av góðum, føroyskum kortum, og við hesum fyrispurningi frá Námi kemur alt hetta tilfarið skúlanum til góðar. So hendan uppgáva er eisini spennandi, tí hon varpar ljós á okkara virksemi á ein heilt nýggjan hátt, sigur Rói at enda.

Føroya Dátusavn, vanliga nevnt FDS, er fyritøka, sum varð sett á stovn í 1988 við tí endamáli at fáa til vega góð, talgild føroyakort og skrásetingarskipanir, sum tey, ið eiga felagið, kunnu brúka í dagliga arbeiðinum. Eisini var ynski um, at onnur uttanfyri eigaraskaran kundu fáa atgongd at keypa kortini, sigur Klæmint Weihe, stjóri.

- Nú er eitt nýtt føroyakort í litum framleitt í góðum samstarvi við Nám. Kortið hevur ein hóp av upplýsingum, sum vit vóna verður øllum skúlaverkinum at gagni og mennir nýggja heimsatlasið, sigur Klæmint.

FDS framleiðir ”FDS-kortið” og myndakort úr øllum Føroyum. Seinnu árini hevur FDS bjóða eina ókeypis tænastu á heimasíðuni www.kortal.fo, har m.a. myndakortini og FDS-kortini eru tøk saman við nógvum øðrum upplýsingum.

Alt føroyakortið og tríggjar brotmyndir úr nýggja kortinum síggjast her. Kortið, sum er í gerð, verður í nýggja heimsatlasinum, sum telur um 248 blaðsíður og ætlandi verður liðugt í mai næsta ár.


Rói Højgaard, forritari hjá FDS, hevur teknað nýggja Føroyakortið