Skip to main content

Havið dregur


"Hon var lopin oman til strandar, farin í húðina og hevði kastað sær í sjógvin." Soleiðis lesa vit í søgnini um Kópakonuna í 'Færøsk Anthologi I' (1891), sum V.U. Hammershaimb savnaði. Tað er starvsfelagin Karina Toftegaard sum stendur á kneysanum við lendingina í Mikladali, har vit vóru útferð í summar. Beint har Karina stendur, er ætlanin at Hans Pauli Olsen skal gera eina standmynd av kópakonuni, ið Sjómannadagurin hevur tikið stig til.


Bóndin á Trøllanesi, Jógvan Joensen, skoðar út í hav. Alla staðni er hav. Allar bygdir eru við havið, bara ikki Vatnsoyrar og gomlu húsini frammi við Gjónna. Bygdin við havið er mest brúkta myndaevni hjá øllum teim mongu, sum mála, hvør við sínum pensili. Sjálvt spurvurin er hugtikin av havinum.


Í Mikladali ganga vit millum húsini, yvir um ánna, framvið mylluni, einum hvanngarði og eftir teim brøttu trappunum oman á lendingina, har kóparnir savnast við havið trettandunátt.


Nú síggja vit útsýnið hjá Kópakonuni, the Selkie ella Selkvinnen. Alla staðni, har havið hevur fylt havsbrúnna er søgnin um Kópakonuna. Marius Johannesen sigur í bókini Eitt sindur um Kalsoynna (1976): "Ein drongur á Sunnanágarði í Mikladali hevði hoyrt, at kóparnir plagdu at koma saman trettandunátt at dansa á helluni niðri undir bakka í Mikladali, og hann setti sær fyri at royna, um hetta var so."


Karina gongur oman trappurnar mót dragandi havinum. Munnu kóparnir kasta húðina og dansa sum kvinnur í mánalýsinum, trettandunátt? Well, her var eingin úrlatin kópakona at síggja hesu ferð. Kanska skulu vit hava ein Se og Hør fotograf við næstu ferð. Teir hava skili fyri kvinnukjólum, sigst. Við havinum í baksýni vórðu vátu hosurnar vundnar og Borgarin fekk bjór, bæði úr Havn og úr Klaksvík. Gott vikuskifti, hitt fyrsta í árinum.