Skip to main content

Miðlaheiðursløn í myndum


Rosa Birgitha Dal Christiansen í Tvørgøtu í Havn hevur gjørt heiðurslønirnar, sum Felagið Føroysk Miðlafólk lata ársins journalistiska avriki í fimm bólkum. Tvørgøta er mitt í Rabarbukvarterinum og tí er navnið á fyritøku hennara Rabarbuglas. - Tað eru tvær søgur um, hvar navnið Rabarbukvarterið hevur sín uppruna. Onnur søgan sigur, at staðið fyrr var so fátækt, at neyðugt var at eiga nógvar rabarbur fyri at fáa mat á borðið. Hin søgan sigur, at fólkini, ið búðu har, fingu so nógv børn, at ”tey nørdust sum rabarbur í góðari mold”, sigur Rosa Birgitha, sum er útlærd hárfríðkanarkvinna og pedagogur. Hon arbeiðir hálva tíð í einum barnagarði. Hon er gift, eigur fimm børn og er omma.


Finnur Jensen skipaði fyri øllum tí praktiska í sambandi við tilnevningarnar. Tað var ikki sum at siga tað. Í onkrari teldu kundi okkurt uppskot ikki lesast og so var at tillaga og finna eitt nýtt format, hús úr húsi. Og til sjálva handanina var nógv tøkni, sum skuldi rigga.


Nevndin í Felagnum Føroysk Fjølmiðlafólk hevði havt aðalfund sama dag og poseraði fyri myndamanninum Árna Conradson eina løtu. Formaðurin, Georg L. Petersen, fremst til vinstru, ynskti ikki afturval, men heldur fram í nevndini. Ingrid Bjarnastein, til høgru, fremst fyri, er nýggj forkvinna. Umfram tey bæði eru Katrin Petersen, Anna Ellingsgaard og Jógvan Hugo Gardar nevndarlimir. Tiltakslimir eru Emil L. Jacobsen og Jógvan Jákupsson, sum síggjast aftast. Aðalfundurn samtykti, at lesandi limir í felagnum rinda ein triðing av vanliga limagjaldinum.


Fyrst á skránni var røða, sum Árni Gregersen, blaðstjóri á Dimmalætting, helt. Í tiltakandi pappírsleysa samfelagnum var stuttligt at síggja at Árni læs røðuna úr einum iPad. Hann hugleiddi um innbakka-journalistikk og setti spurnaðartekin við hevdvunna hugtakið kritiskan journalistikk og vísti tað so púrasta frá sær, tí sjálvandi skal allur journalistikkur altíð vera kritiskur. Góð og væluppløgd røða.


Sosialurin var eisini væl umboðaður á samkomuni, har matskráin var ræst kjøt og súpan. Her er Erikur Lindenskov, blaðstjóri, til høgru sæst Eydna Skaale, blaðfólk.


Kring borðini varð lurtað væl og virðiliga eftir álvarsomu veitslurøðuni hjá Árna Gregersen. Og rímiligvís bleiv at enda klappað við øll borðini, tá røðan var liðug.


So fekk dómsnevndin orðið, Tróndur, Enna, Ingi og Birgir. Í tekstinum niðanfyri, uppslagnum Ársins Miðlaavrik, sæst okkara inngangsrøða og grundgevingarnar fyri at lata hvørjum av teim fimm avrikunum heiðursløn. Fyrsta heiðursløn fór til Jógvan Helga Hansen, sum er gamal næmingur hjá Jens Kristiani Vang, sum man vera ídnasti myndamaður í føroyskari pressu í nýggjari tíð. Nú er hann arbeiðsleysur. Jógvan Helgi, sum er myndamaður fyri Vágaportalin, er í løtuni kokkur umborð á Vesturvón, sum er í Barentshavinum. Finnur, sum stendur við mín lið á myndini niðanfyri, fekk virðislønina í varðveitslu, meðan Jógvan Hugo passar telduna.


Onnur heiðursløn varð latin fyri bestu sending. Ingi Rasmussen grundgav væl og virðiliga, hvi júst henda sending skaraði framúr øllum hinum góðum sendingum í sjónvarpi og útvarpi. Sjónvarpssendingin Faðirloysingarnir, sum Dagmar Joensen-Næs og Johannes Danielsen gjørdu, fekk heiðurslønina. Hvørki Dagmar ella Johannes vóru til staðar, so starvsfelagin Karolina Thostrup tók ímóti virðislønini frá Inga.


Triðja heiðursløn varð latin fyri ársins grein. Valið fall á eina umfatandi grein um nýhugsan innan mjólkaframleiðslu, sum Sveinur Tróndarson á Dimmalætting hevði skrivað. Enna Garðshorn Mikkelsen læs grundgevingina og handaði Sveini heiðurslønina, sum sæst á myndini niðanfyri.


Fjórða heiðursløn varð latin fyri besta innslag. Tróndur Djurhuus hugleiddi um hetta løgna heitið, innslag, og grundgav síðani kontant og sannførandi fyri, hví júst hetta innslag var heiðurslønarvert. Heiðurin fór til Rógva Rasmussen fyri eitt innslag í Degi og Viku um ergoterapi til fimm ára gamla Benjamin, son til Eydnu Skaale, blaðkvinnu á Sosialinum. Tíðindaleiðarin í Degi og Viku, Høgni í Jákupsstovu, tók ímoti, tí Rógvi var heima og skrivaðu uppgávu. Seinni støkk Rógvi inn á gólvið og virðislønin kom í rættar hendur. Rógvi, sum er næmingur í Sjónvarpinum, var í trimum førum skotin upp til ársins miðlaavrik.


Fimta og seinasta heiðursløn var latin fyri dekning. Eitt ikki minni undarligt orð og heit, sum Ingi Rasmussen loftaði og hugleiddi um. Millum innkomnu uppskotini, sum eisini fingu kritikk, var kortini valdur dekningurin hjá Dimmalætting av flatskatti og pensjón. Eisini í hesum føri slapp Sveinur Tróndarson at taka ímóti heiðurslønini. Hesu ferð nýtti Sveinur høvið at siga takk í eini talu, har hann framførdi, at dekningurin var úrslit av góðum arbeiði, sum var í felag millum nógv fólk á redaksjónini.


So var handanin av, hin fyrsta, har ársins miðlaavrik vórðu latin. Ein hugnalig løta, sum eisini var hvessandi fyri føroyskan journalistikk. Vónandi verður hetta framhaldandi ein stórhending í avmarkaða, men virkna og fjøltáttaða føroyska miðlaheiminum hesa ársins myrku tíð, nú dagarnir skjótt gerast ljósari. Og so var bara eftir at hugna sær í øllum krókum í veitsluhølunum í kjallaranum í Handverksdeplinum í Stoffalág i Havn, har felagið Føroysk Miðlafólk hava skrivstovu á loftinum. Til lukku øll somul!