Skip to main content

Spamm á føroyskum



Spamm er nýtt orð í føroyska málinum. Klippið omanfyri er frá talgildu orðabókatænastuni hjá Sprotanum. Á Facebook er tiltakandi øði um føroyskar fyritøkur, sum ikki unna sær at lýsa undir vanligum marknaðartreytum, men spamma allar brúkarar við teim mest margháttligu tilboðum um at vinna flogferðir til heimsins enda og maskara til blá eygu. Men nógvum dáma, leika, sum skilst.



Í øðrum londum hevur brúkaraumboðið bannað hesum virksemi, sum eins og spøl og kalendarar órógvar vanliga samskiftið millum fólk á sosiala miðlinum Facebook. Brúkaraumboðið hevur sagt í Útvarpinum at tilboð á Facebook kunnu roknast sum spamm. Men í meðan er undarligt at eygleiða at pengasterkar fyritøkur framhaldandi velja ókeypis spamm mitt fyri á Facebook, heldur enn at lýsa til høgru fyri ein smápenga, ella onkra heilt aðrastaðni. Men har er nokk eingin trafikkur. Virala marknaðarføringin við møguleika fyri at deila, share, í tykisheimi man vera munadyggari. Men hvar er brúkaraverndin? Ella bara kravið um frið? Frið, at samskifta In The Nokia connecting People Way, uttan at handilslig áhugamál skulu taka kvørkratak um hugin at samskifta? Nei, eg bara spyrji nú eg fekk eina flugu í eygað...