26.1.12

Spælistaður í Reinsarínum


Niðasta hæddin í Reinsarínum eftir uppskoti frá Kontrast

Heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu upplýsir í dag at nú er málið um ein spælistað í miðbýnum komið eitt stig nærri veruleikanum. Tað er at frøast um.

Upplýst verður at “til býráðsfundin í kvøld hava trivnaðarstjórin og mentamálaleiðarin mælt til at játta eina miljón av íløguætlanini 2012 í sambandi við arbeiðið at gera Reinsaríið til rytmiskan spælistað. Bæði mentamálanevndin og fíggjarnevndin hava mælt til at taka undir við uppskotinum.


Miðhæddin í Reinsarínum í Tórsgøtu eftir uppskoti frá Kontrast. Leggið merki til, hvussu væl gamalt og nýtt er hugsað saman

Byggilistarliga hugskotið, sum Kontrast Arkitektar hava gjørt, byggir á at tvinna tað gamla saman við tí nýggja. Innan verður tað gamla varðveitt, sum er merkisvert í sær sjálvum, og við nýggjari innrætting og nútíðar sniði fæst ein meira tíðarhóskandi og nýtiligur bygningur.

Hugskotið byggir á at fáa ein sokallaðan polyvalentan bygning, sum við sínum mongu tiltøkum kann broyta funksjón eftir tørvi. Hetta, at hava rúmini so opin sum møguligt og funktiónirnar mobilar.
Mesta arbeiðið við Reinsarínum er at meta sum restaureringsarbeiði, og tí verður arbeiðið framt í smáum stigum.”


Loftshæddin í Reinsarínum eftir uppskot frá Kontrast. Leggið til merkis møguleikarnar fyri ervaljósi á miðum gólvi

Málið um ein spælistað hevur í mong ár verið frammi. Heimleysir tónleikarar í býnum hava savnað undirskriftir og mentaálit hava verið skrivað. Og í óðum verkum var ein nýggja Perla skrumbla upp eftir ongari tíð. Nú er bara at vóna at henda ætlan er væl gjøgnumhugsað, heldur enn tað bera valagn. Týsdagin 13. november 2012 er kommunuval. Livst, so spyrst.

Styrikumynd hjá Kontrast, ið sýnir Reinsaríið í Tórsgøtu

Úr mentanarálitinum hjá Tórshavnar kommunu Havnin, livandi, kveikjandi, skapandi (apríl 2000) fáa vit hesa 12 ára gomlu støðumynd og framtíðar ynski og ætlanir:

Spælistøð

Góð konserthøli eru í býnum, men hesi høli er ikki altíð tøk og verða nýtt til mong onnur endamál. Saknur er á hølum, sum burturav kunnu brúkast til venjingar og samanspæl, og saknur er á veruligum spælistøðum. Eitt spælistað er hús ella høli við dagligari leiðslu og skiftandi skrá, har fólk kunnu koma meira óbindandi enn til almennar konsertir og hoyra góðan tónleik. Eitt spælistað krevur hugnaligt umhvørvi fyri áhoyraran og skal liggja væl fyri miðskeiðis í býnum. Tað er arbeiðspláss hjá tónleikarum ella bólkum, sum eina tíð kanska kundu spælt hvør sítt kvøld í viku. Spælistaðið kundi skipað fyri samstarvi við matstovur og kaffistovur í býnum, hópur av góðum tónlistafólkum eru tøk og bíða bara eftir at verða boðsend at spæla. Spælistaðið er eitt vakstrarhús fyri tónleik og aðrastaðni ein partur av vanliga býarlívinum.

Ynski og ætlanir
Teir longu bíðilistarnir geva eina mynd av tí stóra og breiða áhuganum fyri tónleiki. Børn eiga at byrja at spæla 5-6 ára gomul, men noyðast ofta, sum nú er, at bíða til tey verða 10 ella 11. Tí eigur at verða gjørt eitt miðvíst arbeiði at útbyggja tilboðini í musikkskúlanum, ikki minst í klaverundirvísingini, har bíðilistin er longstur.

Lærararnir eiga at fáa umstøður at kunna menna seg listaliga. Hetta kundi verið gjørt við at tímatalið í starvssetanini verður býtt sundur, so at ein partur er undirvísing, meðan annar partur er samanspæl, tónasmíð, venjingar o.a. Musikkskúlin saknar høli hjá skúlanum at ráða yvir til samanspæl og vísir á økið á Frúutrøð millum skúlan og læknaviðtaluhølini. Til rútmiska tónleikin eiga fleiri venjingarhøli at verða, gjørd soleiðis at óljóð ikki nervar grannar. Kommunan eigur at útvega sær ljóðútbúnað, sum er lættur at seta upp og flyta, tá ið ein bólkur ella eitt kór skal framføra tónleik fyri øðrum ymsa staðni í kommununi.

Eitt ella fleiri spælistøð eiga at vera miðskeiðis í býnum, har lætt er at koma á gátt bæði hjá vanligum havnarfólki og hjá gestum, sum koma til býin.Umframt eitt virkið og livandi tónleikalív hevði tað kunnað givið økt virksemi í miðbýnum og verið gott tilboð til ferðafólk.

Samanspæl og samstarv millum skúlarnar í kommununi eigur at mennast til dømis við árligum felags skúlastevnum, og kommunan kundi hjálpt við at fyrireikað og fyriskipað tónleikastevnur og konsertir, so at teir virknu tónleikararnir kundu savnað seg meira um tónleikin og sloppið undan tíðarkrevjandi umsiting. Yvirhøvur eigur samstarvið at mennast, eisini millum listagreinirnar, so at tónleikur, orð, rørsla og myndir kunnu bindast saman í størri heildir.

Havnar Hornorkestur hevur vánaligar húsaumstøður. Umframt at hjálpa við hølum og umsiting kundi býráðið kveikt nýroyndir, og hon eigur at umbiðja nýggj verk at framføra í sambandi við stevnur, hátíðarhald og onnur serstøk høvi.