6.1.12

Við Love skulu vit landið byggja


Niels Arge Galán við tekstinum til nýskrivaða sangin Við love skulu vit landið byggja. Myndin er tikin í Studio Bloch í Fabrikkini hjá Öström fríggjadagin. Hesa vikuna hava teir tríggir í 200, Niels Arge Galán, gittar, Uni Árting, trummur og Mikael Blak, bass, arbeitt í sama rúmi. Teir byrjaðu á berum uttan nakran sang og hava nú vikan er farin skrivað ellivu sangir. Og kanska koma fleiri, hetta er ein arbeiðslega siga teir fegnir kring matarborðið. Arbeiðsarkið niðanfyri gevur eina ábending um heitini á sangunum.


Hølini eru gomul frystihús við nógvum boksum. Úr sangboksini er frítt útsýni til løgmann á Tinganesi, bátar á Vestaruvág og bilar á Skáltrøð.


Við arbeiðsborðið verða sangirnir klektir og settir í system, úr ongum, til fult hús eftir einari viku. Á gólvinum verða tey týdningarmestu stikkorðini skriva á eitt ark og so twang og fooor frá. Her er tað sangurin Fokk Jú! Einfalt og ektað í røttum rokk-and-roll anda mitt í Havn.


Tríggir menn kunnu gera nógvan gang. Her eru teir avmyndaðir við trummurnar hjá Una, saman við studioeigaranum og framleiðaranum Jónasi Bloch. Leggið til merkis reyða litin á vegginum til vinstru og aftanfyri Una á niðaru myndini. Hann er úr royðugróti úr Nólsoy, liturin.


Við miksipultin, har Theodor Kapnas situr, savnast allir í 200 at síggja filmsupptøkur sum Sakaris Stóra hevur gjørt á staðnum í vikuni. Til høgru á niðaru myndini sæst enn ein áminning um tað ektaða í hølunum: tjúkka hurðin inn í gomlu frostboksina, sum nú er ljóðstudio.


Ásannast má at Fabrikkini hjá Öström longu er blivin eitt megnar aktiv á mentapallinum í Havn. Og enn er nógv eftir at avdúka í hesum spennandi hølum í Havnarhjartanum á Skálatrøð. Men nú er at tiga. Uppslagið á hurðini sigur: Recording in session.