17.1.12

Wikipedia letur aftur í morgin


Í morgin letur álinju alfrøðin Wikpedia aftur. Men bara í ein dag, sigur stovnarin Jimmy Wales, sum er avmyndaður omanfyri. Alfrøðin, sum sá dagsins ljós í 2001, hevur 5269 greinar (articles) á føroyskum og hvønn dag lesa 25 mió onkra av teim 20 mió greinunum, sum eru skrivaðar á 283 málum og frítt fara um allan heim. Størsta savnið er á enskum við 3,8 mió greinum. Útvið 100.000 fólk úr øllum heiminum hava latið tilfarið til greinarnar, sum 1500 ritstjórar viðgera.

Ritstjórar á Wikipedia skrivaðu í gjár um stongsulin undir heitinum SOPA Initiative action.

Stóra klandursmálið, ið elvir til at Wikipedia letur aftur í ein dag, stavar úr USA og kallast har SOPA, sum stendur fyri Stop Online Piracy Act. Amerikanska lógaruppskotið, sum kongresslimurin Lamar Smith er faðir at, hevur býtt amerikanska fólkið sundur í tveir bólkar: frælsi at tala, freedom of speech, dregur annan vegin og peningasterki ídnaðurin, sum situr á rættindum at geva út, dregurin hinvegin.


Myndirnar omanfyri eru úr einum teknifilmi, sum amerikanska blaðstjórnin hjá bretsku avísini The Guardian hevur gjørt um SOPA málið. Tey vilja vera við at verður lógin viðtikin, kunnu fólk, ið brúka álinju tænasturnar Pirate Bay, Google, Facebook og YouTube fáa upp í 5 ára fongsul fyri at taka niður, streama, og brúka tilfar, sum í løtuni er frítt og opið, men sum ídnaðurin vil binda í hevdvunnum avtalum um rættindi, ið kosta nógvar pengar. - Og Justin Bieber fer beint í fongsul, siterar hann av óvært ein sang hjá Usher, verður sagt. Eygleiðarar eru á einum máli um at hetta verður stóra kjakevnið á altjóða mentapallinum í ár. Her er leinkið til stutta teknifilmin hjá The Guardian um SOPA:


http://www.guardian.co.uk/world/interactive/2011/dec/23/sopa-stop-online-piracy-act


Jimmy Wales, sum ikki er so fegin um teknifilmin hjá The Guardian, skrivar á egna Twitterprofilinum: "Ávaring til øll lesandi! Fái lektiurnar frá hondini nú. Mikudagin mótmælir Wikipedia eini vánaligari lóg." Mozilla og Reddit eggja til somu mótstøðu og upplýsa nøvn og telfonir í Washington, so brúkarin kann gera seg galdandi. Niðanfyri sæst klipp av Twitterprofilinum hjá Wales í morgun. Í einna klippinum nýtir hann Martin Luther King (MLK) í kjakinum.


Umframt politisk og samfelagslig viðurskfiti, hópin av poppi og mentan, verða nógvu tungumálini, eisini føroyskt, væl lýst á Wikipedia.

Einki er at ivast í at Wikipedia er millum hentastu amboð hjá lesandi og øðrum forvitnum kring allan knøttin. Góðan internetdag!