9.2.12

Blómur og kanónir


Umgyrdur av leinkjum var Tinghúsvøllurin í dag avtakin við hjartablómum. Tað vóru pedagogarnir í verkfalli, sum høvdu gróðursett litaðu hjørtuni eina løtu á middegi. Vakurt, sum tá amerikanskir studentar stungu blómur í byrsumunnarnar hjá tjóðarhirðini framman fyri Pentagon í 1967 og kinverskir studentar steðgaðu rullandi stríðsvognum á Himmalska Friðartorginum í 1989. Ikki var tað sørt at mær rann til hugs mjúkt revsandi sangin hjá C.V.Jørgensen um bumbumannin í S-toginum, sum í maktpolitiska spælinum droymur um blómur og kanónir:

Sidder på en bombe i et S-tog
& drømmer mig tilbage til dengang i de
ligeglade tressere hvor blomster var symboler
på de samme ting som bomber er idag

Nú vænti eg ikki at pedagogarnir fara at kasta bumbur á Vaglinum, men blómur kunnu verða eins sterkar. Flower Power, sum tey søgdu í skugganum av Vjetnamkrígnum. Og ikki minst herðrópið Information Wants to be Free.




Síðani er so mangt hent. Stættarsamfelagið við sterkum og veikum, býttum og klókum, lág- og háløntum er staðfest og sjónligt sum aldri áður. Sjálvt hin skilagóða Katrin Petersen kann ikki halda sær í Degi & Viku og letur tríggjar streykandi pedagogar tosa í eyst, vest og sunnan, so tær standa eftir sum býttar og óskipaðar. Klikkaðar. Sig mær, hvat høvdu tríggir búskapar- og løgfrøðingar sagt í somu støðu, fingu teir so idiotiskar spurningar og vórðu kliptir so idiotiskt saman? Og er tað nakrantíð hent? Nei, ha? Tí teir eru untouchable og dálka hvørki fingrar ella stiletthælar á Vaglinum ein illfýsnan verkfalsdag. Teir eru betri í øgni við valdið enn so. Ein serføroysk valdsskipan, har sjálvt internetbrúkið er óloysiliga knýtt at tínari inntøku, sum ein Gallupkanning vísti í vikuni. Jú, summi eru lægri enn onnur. Semjan um stættarsamfelagið er aldri nærri, greiðari og sterkari enn í dag. Tað eru bæði Asta og Traðarmaðurin vitni til á Vaglinum í hesum tíðum.