18.2.12

Formaðurin: Norrøna Felagið 60 ár


Hallstein Sigurðsson er formaður í Norrøna Felagnum í Føroyum. Álvur Haraldsen tók myndina av formanninum, sum í stovuni á Heimasta Horni lesur um Olof Palme 

Kæru norðbúgvar!

“Norrøna Felagið skal vera annað enn eitt felag, sum á hvørjum sumri skipar fyri útferðum til avtoftað støð”.

Nakað soleiðis málbar fyrrverandi formaður og skrivari felagsins í mong ár, Birgir Kruse seg, tá hann fyri tveimum árum hevði eitt upplegg til kjak á ráðstevnu, sum Norrøna Felagið skipaði fyri í Norðurlandahúsinum.

Hevur Norrøna Felagið nakran tilverurætt? var spurningurin, sum vit settu á ráðstevnuni. Vit ynsktu, at stevnan skuldi sannføra okkum um, at tað arbeiði, sum vit gera í Norrøna Felagnum, er gagnligt og neyðugt.

Vit fingu váttað, at arbeiðið, sum Norrøna Felagið ger, verður virðismett. Frá fleiri síðum. Frá okkara egnu limum, samstarvsfeløgum og stuðlum, men sanniliga eisini frá fólki innan fyri politisku skipanina, ið virðismeta, at tað er ein fólkslig rørsla her á landi og í hinum Norðurlondum, ið savnast fyri at vísa á virðini, ið vit sum norðbúgvar hava til felags.

Politiska samstarvið í Norðurlondum er nakað unikt – nakað heilt serligt í heiminum. Onga aðra staðni hava vit eitt politiskt samstarv millum statir, ið er sprottið burtur úr einum vilja hjá fólkinum. Frá botninum og upp eftir. Ikki øvut, sum ES pyramidan er.

Fyri fáum vikum síðani høvdu vit eitt væleydnað tiltak í Norðurlandahúsinum, har Høgni Hoydal fródliga greiddi frá norðurlendska samstarvinum sæð í ljósinum av, at vit nú fyrsta dagin kunnu hátíðarhalda, at fimmti ár eru liðin síðan Helsingfors-sáttmálin, ið staðfestir politiska norrøna samstarvið, varð undirskrivaður.

Tað eru onnur lond og millumlanda politiskar samansetingar, sum stórliga øvunda tann fólksliga uppbakning, sum Norðurlendska samstarvið hevur. Tað, at eingin mótstøða er ímóti Norðurlandaráðnum og Norrøna Ráðharraráðnum, er nakað heilt serligt.

Tak Evropeiska samstarvið sum dømi. Har eru stórar fólksligar rørslur ímóti samstarvinum. Nógvar ferðir størri enn tær rørslur, sum eru fyri. Har verða politiskir listar stovnaðir til parlamentsvalini við tí endamáli, at niðurlaga og forkoma samstarvinum.

Soleiðis er ikki í Norðurlondum. Eingin – so at siga - er ímóti. Ongin sigur nakað ilt um norrøna samstarvið – annað enn, at Norðurlandaráðið kanska er ineffektivt, og er ein kaffiklubbi, har tað bara verður snakkað og etið, og ov lítið gjørt til nyttu. Tað kann tykjast so, og kann hava tykist so. Men tað er ikki sannleinkin – so langt frá tí.

Og tað er eisini tí, at vit í Norrønu Feløgunum stremba okkum eftir at vísa á fyrimunir við unikka norrøna samstarvinum. Ikki við bara at mála hálovandi ljósareyðar myndir av hesum abstrakta samstarvi, sum so nógv taka fyri givið. Men eisini við at seta evni á dagsskránna, ið røkka longur út enn bara til okkara limir.

Vit hava eitt nú roynt at sett makrelstríðið í Norðurhøvum í eitt fólksligt norðurlendskt perspektiv við einum fundi seinasta vetur.

Og so høvdu vit vitjan av mest eftirspurda fyrilestrarhaldaranum í Norður-londum yvirhøvur síðsta vetur, svenska søgufrøðinginum Gunnar Wetterberg, sum í longri tíð hevur verið snúðningspunkt í øllum norðurlendskum kjaki. Tað hevur hann verið við sínum, ikki endiliga slóðbrótandi, men meira uppklárandi og tó provokerandi tankum um Norðurlond sum eitt samveldi – ein unión – í eini framtíð, sum kanska ikki liggur so fjart frá okkara nútíð. Og mín sann um ikki Annika Olsen, okkara landstýriskvinna við norðurlandamálum, kyndi upp undir henda sama tanka í gjár. Takk fyri tað!

Vit royna støðugt at varpa ljós á fyrimunirnar í norrøna samstarvinum, men sjálvandi skulu vit eisini taka upp vansarnar til kjak, og kanna møguleikarnar fyri at gera nakað við teir, so at eisini vit sum fólkslig rørsla kunnu vera við til at gera Norðurlond til heimsins besta øki at liva og virka í.

Tað royndu vit við einum seinnapartsfundi í gjár, har sjóneykað varð sett á møguleikarnar hjá vinnulívinum í Norðurlondum. Norrøna Felagið og arbeiðs-gevarafelagið í samstarvi, er kanska ikki tað mest natúrliga partnaraskapið, men tað er mín sannføring, at bæði vit nordistar og visjónér vinnulívsfólk fingu nakað burtur úr kjakinum, sum var á Hafnia í gjár.

Men.

Hóast vit seta okkum mál um at førka politisk mørk, ikki bara í Føroyum, men í øllum Norðurlondum, so skal tað tó ikki forða okkum í at kenna heimligu røturnar og vitja avtoftað støð um sumrarnar, um vit hava hug til tess – als ikki. Tí uttan søguna eru vit einki og eiga onga framtíð!

Kære venner fra Island, Norge, Sverige, Danmark og Finland.

Jeg vil endnu engang ønske jer hjertelig velkommen til Færøerne og takke for, at I ville fejre 60 års dagen sammen med os. Forbåbentlig har I haft et godt direktørmøde i dag – fået stukket nogle spændende retninger ud i kortet for præsidiet at tage stilling til på mødet i Reykjavík næste måned.

I må undskylde, at mine velvalgte ord her til 60 års festen blev sagt på et sprog, som de fleste af jer ikke forstod noget af – men jeg kan i korthed sammenfatte, at betydningen af en stærk folkelig stemme i det nordiske samarbejde er lige så vigtig i dag, som den altid har været.

Det er derfor mit ønske, at vi fremover står stærkt sammen i vores forenings-fællesskab, og støtter hinanden i bestræbelserne på at påvise fordelene af et stærkt nordisk samarbejde.

Forhåbentlig får vi en god aften, og jeg kan på vegne af vores forening, som stadig er ung i forhold til jeres, ønske at vi allesammen må få lov til at fejre mange runde jubilæer i tiden som kommer

Kæru vinir,

At enda fari eg at loyva mær at minnast aftur á veitsluborðhaldið, sum vit hildu fyri 10 vetrum síðani í Müllers Pakkhúsi, tá Norrøna Felagið fylti fimmti ár.

Birgir var formaður og eg hevði ta gleði at vera veitslustjóri við tað høvið. Eg minnist aftur við gleði á hugnan, vit høvdu tað kvøldið – og eg síggi á forsamlingini her, at vit eru fleiri, sum eisini vóru við tá.
Hæddarpunktið á teirri veitsluni var tá felagsins góði vinnur, argjaskaldið Viggo Olsen trein upp og frambær eina yrking, sum hann hevði smíðað til høvið.

Mín leiklutur var at standa undir liðini á honum við einum ljósastaka, so hann kundi síggja, hvat hann hevði skrivað á pappírslepan. Ein hátíðarløta, ið eg minnist við gleði og virðing.
Eg fari at enda hesa heilsu til felag, limir og gestir við at frambera tvey ørindi úr yrkingini:

Eyðkenni norrøna fólks og ættar:
altíð at vera sjálvbjargin –
á ferð at finna nýggjar leiðir –
hvar ein hevur reikað í heimi

Her í norðuratlants oyggjum –
har forfedrar okkara settu búgv –
í gaman og álvara hava balst
undir glampandi norðlýsi – væl var valt –

synir og døtur norðbúgva
lat okkum fylkjast
undir norðstjørnuni – í norrønum anda
--
soleiðis kvað Viggo Olsen, sáli.
Vónandi eigur Norrøna Felagið í Føroyum nógv góð ár framyvir. Ynski mítt er, at felagið má nørast og at tankin um eitt enn sterkari norðurlendskt samstarv má styrkjast í árunum framyvir.

Takk fyri øll somul.