11.2.12

Gávugóðs til Anton Petersen


Til lukku, Anton!

Ímorgin verður almenn hátíðarløta í samband við, at gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum verður handað 27 ára gamla havnarmanninum Anton Petersen, ið nemur sær útbúgving innan film í Prag.

Vanliga verður gávugóðsið handað á føðingardegi Thorvalds, sum var mikudagin. - Men tá hevði hann fylt hundrað, hevði hann livað. Tí verður nakað serligt gjørt burturúr í ár, sigur Grunnurin.

Tiltakið verður í hølunum hjá Østrøm, søguligu fabrikkini á Skálatrøð, sum er hin elsti vinnubygningur í landinum og nú verður ein nýggjur mentadepil í Havn undir leiðslu av Poul Clementsen.

Úr skránni fyri tiltakið í morgin sæst at fyrst bjóðar Sigurð í Jákupsstovu, rektari og formaður, vælkomin og so handar Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri, sonevnda gávugóðsið til Anton Petersen. Eftir handanina fer Inger Smærup Sørensen, listafrøðingur, at hugleiða um avbjóðingarnar, ið listin hevur í dag. At enda fær Anton sjálvur høvið at bera fram brot úr sínum verkum.

Anton Petersen tekur útbúgving á filmslistaskúlanum FAMU í Prag í Kekkia. Filmskúlin er millum teir elstu í Evropa, stovnaður í 1946 og úr næmingalistanum kunnu vit nevna Milos Forman og Agniezska Holland, sum bæði hava vunnið Oscarvirðislønir. Umframt 80 útlendskar studentar, eru 350 lesandi á kekkiska filmsskúlanum.

Spennandi verður at hoyra grundgevingina hjá mentamálaráðharranum at lata Antoni virðislønina. Føroyskur filmur, sum annars ongan stuðul fær, hevur seinastu tíðina fingið nógv og væl uppiborðið rós. Sjálvur havi eg sæð filminum Skýming (2011) og fleiri ferðir umrøtt hann, meðan filmurin hevur verið í gerð. Her er veruligt 'listarligt hegni' at síggja, so sum treytin sigur, skal ein fáa gávugóðs úr hesum grunni. Myndirnar niðanfyri eru tiknar í Nólsoy fyri trimum árum síðani, tá fyrstu upptøkur vórðu gjørdar til Skýming, sum varð frumsýndur í Norðurlandahúsinum fyri jól.


Ikki kann sigast annað, enn at føroyskur stuttfilmur hevur fingið góðan stuðul og nógva umrøðu í hesum døgum. Nám hevur miðvíst lagt seg eftir at keypa rættind til at brúka nýggjan føroyskan stuttfilm í undirvísing. Nú manglar bert ein filmsgrunnur, ið kann geva trilvandi føroysku filsmvinnuni kjølfesti, so hon kann fóta sær og røkka út í heim, sum neyðugt er. Og kanska eisini at fáa atgongd til danska filmsgrunninum, á sama hátt sum grønlendingar ynskja og arbeiða við beint nú. - Vit arbeiða við júst hasum, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur í stuttari viðmerking í dag.


Endamálið við føroyska grunninum, sum letur gávugóðs, er at stuðla og eggja ungum fólki við listarligum hegni til útbúgving. Stovnsfæið er arvur eftir Thorvald Poulsen á Steinum, sum var garðyrkismaður við áhuga fyri mentan.

Ein trímannanevnd mannað við rektaranum á Fróðskaparsetrinum, formanninum í Føroya Lærarafelag og formanninum í Lista Fólka Sambandi Føroya, LISA stjórnar grunninum og tað er rektarin á Fróðskaparsetrinum, sum er nevndarformaður. Í nevndini fyri grunnin sita Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, Oddfríður M. Rasmussen, formaður í Listasambandi Føroya og Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetri, sum er formaður.

Nevndin ger sjálv av, hvør skal fáa stuðul úr grunninum, tí hann verður ikki latin eftir umsókn.

Fyrstu ferð stuðul varð latin var í 2001 og tey sum higartil hava fingið stuðul úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum eru:


2008: Kjartan Hansen, fólkatónleikari, sum nemur sær útbúgving í sjónleiki, 60.000 kónur.

2007: Sámal Blak, myndahøggari og málari, 60.000 krónur.

2006: Jóhanna Reginsdóttir av Steinum, sniðgevi, 60.000 krónur.

2005: Bárður Oskarsson, teknari og rithøvundur, 60.000 krónur.

2004: Marjun Kjelnæs, rithøvundur, Jógvan Sverrason Biskopstø, sniðgevari og teknari og Eivør Pálsdóttir, songkvinna, sum fingu 25.000 krónur í part. 

2003: Tróndur Bogason, tónasmiður, 60.000 krónur

2002: Andrass Olsen, tónleikari, 60.000 krónur, Teitur Árnason, filmsleikstjóri, 25.000 krónur og Petur Elias Askham Guttesen, rithøvundi, 25.000 krónur.

2001: Rannvá Konoy, listakvinna 60.000 krónur.