Skip to main content

Kyndilsmessa


Í dag er kyndilsmessa, missa candelarum. Sigst, at nú er helvtin av vetrinum liðin. Kanska stavar mannfólkanavnið Veturliði frá hesum góða degi. Myndina omanfyri tók eg á Hvítanesi klokkan níggju í morgun, ávegis niðan á Hjalla, har vit høvdu verkfallskaffi. Myndirnar niðanfyri eru tiknar longur niðri á Hvítanesi við útsýni móti Nólsoynni og Hoyvíkshólmi longst til høgru. Fyrra og ovara myndin er tikin 19. desember klokkan níggju og niðara myndin somu tíð á sama stað í morgun.


Onkustaðni hevur verið sagt at kyndilsmessa tekur stálið av vetrinum og at nú hevur veturin mist annað beinið. Ein hálv økt, hálvur annar tími, er komin aftur at degnum. Men í kalendaranum stendur eisini at kasta kráku, at vita úr hvørjari ætt makin skal koma. Vit taka ein torvmola, ein stein, ella eina fløgu upp eftir enda, medda eftir einari flúgvandi kráku og siga so: Eg kasti ein stein, tær ikki til mein. Eg kasti eitt bein, tú ber tað heim. Eg kasti torv, so er krákan horvin. Alt eftir hvønn vegin krákan flýgur, haðani fært tú makan. Ájú. Og so sigst eisini at kyndilsmessa var til minnis um Mariu moy, sum vitjaði í halgidóminum fjøruti dagar eftir føðingina, so sum siður var hjá jødiskum konum tá í tíðini. Kyndilsmessa er sostatt 40. dagurin jóla. Henni og Jesubarninum til minnis vóru kertur og kyndlar tendrað í kirkjum, og av hesum uppruna er latínska heitið missa candelarum. Sami siður hómast hjá okkum. Nicolina Dahl sigur, at bonkur til kirkjugangskonur framvegis stendur í forkirkjuni í Funningi. - Vit vilja halda, at mamma okkara var tann seinasta í Føroyum, sum var leidd kirkjugangskona eftir fornum siði, tað var í 1940, sigur Nicolina. Niðanfyri eru endurgivnar tríggjar meiri lágkirkjuligar og heldur enn ikki krákuleysar bilmyndir úr túninum, nú frost legðist á kristi og heiði. Gevið krákum grið og annars góða kyndilsmessu!