Skip to main content

Bárður Jákupsson í Steinprenti


Undir heitinum Vatnlitavár í Steinprenti letur Bárður Jákupsson upp framsýning leygardagin 24. mars kl. 18:00.

Í innbjóðingini verður sagt at við framsýningini býðst høvið hjá øllum áhugaðum at uppliva eina ljósa og várliga framsýning í Steinprenti við spildurnýggjum vatnlitamyndum hjá Bárði Jákupsson.

Ferniseringin klokkan seks um kvøldið er samskipað við framførsluna hjá Aldubáruni, sum byrjar seinni, klokkan 19:30 í nýumbygdu stásiligu hølunum hjá Østrøm, beint við síðuna av.

Seinastu árini hevur Bárður Jákupsson havt fleiri stórar og fagnaðar framsýningar bæði innan- og uttanlands, ið allar hava verið merktar av einum øgiligum yvirskoti og skapanarmegi, og vit tora alt fyri eitt at lova, at henda skapanarmegin er púra óviknað skrivar Kinna Poulsen í innbjóðandi tekstinum.



Í donsku avísini Politiken 25. august í 2010, sum sæst omanfyri, hevði listaummælarin Peter Michael Hornung ummæli av eini framsýning hjá Bárði, sum var í Værløse. Yvirskriftin Den store udfoldelse er aldrig for sen sigur nógv, kennir tú Bárð. Hann leggur nógv fyri dagin og hevur aldri spart seg. Sanni listamaðurin er altíð ávegis, altíð í gongd. Soleiðis kenni eg Bárð. Niðanfyri havi eg loyvt mær taka nøkur kut úr danska ummælinum:

Hvor mærkeligt det end kan lyde om en maler, der nærmer sig pensionsalderen, så er Bárdur Jákupsson på vej.

Han maler, som om det at male umiddelbart og nærmest ustandselig er noget, han først for nylig har fået mulighed for at gøre. Det har givet hans maleri en selvsikkerhed og koloristisk løssluppenhed, som det ikke tidligere har haft.

En artistisk udfoldelse kræver dog, hvis den skal have intensitet, ikke kun talent. Den forudsætter også tid, koncentration og overskud. Hvis kunsten gøres til bibeskæftigelse, resulterer det ikke kun i mindre kunst, men også i kunst af mindre betydning.

Grundlæggende har hans maleri stadig afsæt i den færøske natur, i klippemassivernes former og vegetationens tilbageholdte farver. Men han gengiver ikke sine iagttagelser.
Derimod oversætter han sine sansninger til abstrakte maleriske tegn, som røber hans egen suveræne holdning over for det, han ikke kan undgå, nemlig den færøske natur.

Framsýningin við vatnlitamyndum er opin í Steinprenti frá 24. mars til 14. apríl 2012. Myndin niðanfyri er tikin í Listahøllini á Skipasmiðjuni í fjør, tá Bárður hevið stóra framsýning har.