Skip to main content

Bert er bókleyst bak


Í hesum døgum er føroysk bókaútsøla, har goymslur hava verið ruddaðar og tømdar, lesarum til fragd og skrivarum til frægd. Hetta er tíggjunda ferð, at skipað er fyri hesi stórútsølu. Meira enn 400 bøkur frá 40 forløgum eru at fáa fyri prísir heilt niður í fimtan krónur. Bøkur, sum føroyskir høvundar hava skrivað, og bøkur, ið eru týddar til føroyskt. Skaldsøgur, yrkisbókmentir, yrkingar, barnabøkur, ungdómsbøkur. Eitt bókaeldorado, haðani stórhál eru at fáa, siga tey sum skipa fyri. Og helst hava tey rætt. Frá týska Facebook vininum, Arne List, fekk eg hesar hugvekjandi bókamyndir, sum síggjast omanfyri og niðanfyri.


Frá einum øðrum Facebookvini, Hildibrandi Davidsen í Tjørnuvík, fekk eg hesa klassisku skúlamynd, sum sæst niðanfyri. Hon er tikin í Tjørnuvíkar skúla í 1967. Sjálvur situr hann og kýtur seg at skriva, fremst fyri. Næmingarnir eru væl greiddir og í heimabundnum troyggjum, sum vanligt var á felagsmyndum frá hesari tíðini.


Til høgru síggjast stóru gluggarnir, glarir, opnir og reinir, so næmingarnir síggja, hvat fyriferst í bønum. Fekk meg at hugsa um skaldsøguna Løgneren (1950) hjá Martin A. Hansen (1909-1955), sum vit lósu í donskum hjá Eldbjørn Joensen á Oyrarbakka í 3. real skúlaárið 1974/75:

Ja, Natanael, jeg er ikke fri for at skryde lidt ad de smaa Narrestreger. Naa, jeg kan nu godt have mine Tvivl. Nu skal du høre. Skolestuens nederste Ruder var kalkede, da jeg kom. Det forstyrrede min Forgænger, at Børnene rakte Hals og kikkede ud. Jeg vaskede Kalken af. Naturligvis kan det nu og da ogsaa forstyrre mig. Men jeg er ved at have den Tro, at de ikke kan se noget vigtigere end det, de kikker paa ud gennem Vinduerne her. Det er Landskabet, deres Erindring skal gro i. Men mon de ikke ser det, fordi de er nødt til at sidde herinde? Naar de leger udenfor ser de det ikke...