Skip to main content

De syngende husbrødre


Eingir Kvøðuljómar uttan De Syngende Husmødre. Árini 1978-90 góvu tær út 8 LP plátur. Í 1983 vitjaðu tær í Føroyum 'og ble motatt som superstjerner' sigur Norsk pop- og rockleksikon (Vega 2005)

Í sjónleiki og filmi tosa tey um typecasting, at velja ein ávísan sjónleikara, tí hann ella hon hóskar til akkurát henda leiklutin. Tað førir so við sær at onkur er, ið altíð fær leiklutin sum maður ella kona í húsinum, ella sum bandittur ella hetja í tí fiktiva umhvørvinum.

Seinastu dagarnar hevur útvarpið verið frá hvønn morgun. Har eru javnt og samt kvinnur sum siga ymist um innari og ytri vælveru, heilsu og uppalingarlig viðurskifti. Ein morgunin, innan altjóða kvinnudagin, var nýggja forkvinnan í Javnstøðunevndi frammi og bleiv spurd um tað sama, børn og bleytu virðini. Aftur typcasting, men nú eisini skeiklað timing, tíðaráseting. Tí so er ongin samrøða sjálvan kvinnudagin, sum er í dag. Ístaðin tosar brúkaraumboðsmaðurin um løgnar lýsingar frá Atlanstflog og lurtarar sleppa at sms'a um nær ein rullipylsa er íslendsk ella føroysk og nær salat er italskt ella russiskt. Og ein annan morgun í vikuni var ein kvinna komin at tosa um útlát og umhvørvisvernd. Maðurin í útvarpinum vildi í bestu meining tosa um bilar, men tað vildi konan ikki. Ájú, stirvið er at fylla allar skógvar og leiklutir til gerandis og heilagt í rættari røð í almenna rúminum. Men í morgun vórðu allar mínar fordómsfullu spekulatiónir um stirvnar leiklutir gjørdar so púrasta til skammar. Hygga bara nú.


Ebenezer bjóðar kvinnudagin til ungdómsmøti við hesi góðu og sannførandi skrá:

Hósdagin kl. 20.00 Ungdómssmøti. Heini Ellingsgaard og Sjúrður Olsen tala.
Fríggjadagin kl. 19.00 Bíbliutími Dánjal Petersen tosar um Spakføri
Fríggjadagin kl. 21.00 Ungdómssmøti Jonathan Warner tosar um Frið
Leygardagin kl. 13.00 Bíbliutími Zacharias Zachariassen tosar um Gleði
Leygardagin kl. 14.00 Bíbliutími Jens Bech tosar um Mildleika, Langmóð og Góðsku
Leygardagin kl. 15.00 Bíbliutími Pætur Hansen tosar um Fráhald
Leygardagin kl. 18.00 Bíbliutími Høgni Johannesen tosar um Trúfesti.
Millum seinasta Bíbliutíman og ungdómsmøti verður borðreitt við nátturða.
Leygardagin kl. 21.00 Ungdómsmøti Einar Vang tosar um Kærleika

Spakføri, friður, gleði, mildleiki, langmóð, góðska, fráhald, trúfesti og kærleiki. Visti eg ikki betur, var ein nýggj útgáva av kærleiksbrævi Paulusar til Korintmanna á kvinnudegnum í umbúnað. Og Hásonginum við. Alt samalt í kærleika.

Longu innan middag, altjóða kvinnudagin, eri eg sannførdur av sonnum, at vit menn eru allir syngjandi húsmøður. Og so bjóðaði mín starvsfelagi, Dorit, rómakøku, tí hon hevði føðingardag, og mín ikki minni góði starvsfelagi, Karina, tømdi uppvaksimaskinuna, tí Trygvi var farin eitt ørindi. Til lukku og takk.

Góðan kvinnudag, allir brøður og allar systrar í holdi og anda.