Skip to main content

Ellivu krónur og tjúgu



Nú kostar liturin av bensini ellivu krónur og tjúgu. Fyri ein tanga, tað eru 63,89 litrar, kostaði bensinið í dag 715,57 krónur hjá Magn við Ringvegin á Hálsi í Havn. Eina løtu seinni koyrdi eg framvið skeltinum hjá Effo í Gundadali og uppdagaði at teirra bensin kostaði bara ellivu krónur og ellivu. Tað var sum Sørin. Eg kundi havt spart fimm krónur og fimmoghálvfjers. Grannin, Tróndur, upplýsir úr Aarhus, at har kostar liturin 13,48 krónur og úr Noregi sigur Jógvan Hugo at har er liturprísurin 15,49 norskar krónur, sum í løtuni eru ájavnt við føroyska ríkisdálan. Well, so er bara at stíga lættari á spitaran. Soleiðis eitir tað nú. Spitari, kobling og gir.