Skip to main content

Grønar bønir


Í dag, leygardagin 10. mars, verður sjáldsom og spennandi sjón í spildurnýggju Öströms Fabrikk á Skálatrøð í Havn. Undir spyrjandi heitinum Ert Tú Til Green? stendur Ole Wich fyri eini installatión við einum sixpack, sum skal setast í rammu, sum er tað eitt altar, við ljósastakum í neon frammanfyri.


Her poserar Ole við sixpack um aksalarnar. Longst til høgru síggjast altarljósini og svarta ramman um brúkarastýrdu altartalvuna, the sixpack. Í henda blómsturkassa, niðanfyri, kunnu øll vitjandi planta eina grøna bøn. Uppskriftin sæst í frágreiðingini undir myndini av teim surrealistisku Buñuel stólunum við mold í. Klikk á myndina og hon verður størri.


Tiltakið er skipað sum ein samanrenning av ymsum listarhættum, fólkum og framsýningum. Borðreitt er fyri einari serstakari listarligari uppliving, ið visualiserar dálkandi veruleikan, ið menniskjaættin stendur upp ímóti, siga fyrireikararnair á Facebookprofilinum. Og hvør veit, kanska fara naknir fiskar í mannahami at liggja í nótini, sum enn liggur á gólvinum, men seinrapartin verður fest undir loftið hjá Öström.



Umframt installatiónina hjá Ole Wich, boða fyrireikararnir frá verkum frá Bureau Detours í Keypmannahavn, støkk-handlar, “pop up stores” við endurnýtsluklæðum, sum síggjast omanfyri, og satira við umhvørvinum í brennideplinum. Tiltakið er ókeypis og er opið í dag, leygardag 10. mars, frá klokkan 16:00 til 19:00. Og beint nú er veðrið av tí besta. Tað halda Fría og Fríða hjá Hans Paula Olsen frá 2004 í sterka middagsljósinum yvir við Strond. Men nú byrjar Rót og Rútma og leggur lunnar undir enn ein hálvkomnan leygardag.