Skip to main content

Helle er forkvinna


Nýggja nevndin hjá Rithøvundafelagnum hevur havt sín fyrsta fund í dag, og hevur skipað seg við Helle Thede Johansen sum forkvinnu. Umframt hana sita hesi í nevndini: Janus á Húsagarði, næstformaður, Agnar Artúvertin, skrivari, Zakarias Wang, kassameistari og Carl Jóhan Jensen, nevndarlimur.

Rithøvundafelagið hevur 117 limir. Sagt verður í frágreiðingini til aðalfundin at ikki fleiri enn tveir nýggir limir eru lagstir afturat hetta seinasta árið, meðan ein er fallin frá, Jens Pauli Heinesen, sum eisini var formaður í felagnum í fleiri ár.

Úr fundarfrágreiðing formansins, sum var Malan Poulsen, varð millum annað sagt soleiðis:

Tørvin á ritstjórnan og ráðgeving er nakað flestu rithøvundar kenna til og sum kunnugt er tað bara Bókadeild Føroya Lærarafelags, ið veitir rithøvundum hesa tænastu. Vit eru tí farin at arbeiða fyri, at ein mentorskipan verður sett á stovn undir Mentunargrunni Landsins, har persónar, ið hava neyðugu fakligu førleikarnar og hug at viðgera handrit, verða settir at ráðgeva og/ ella ritstjórna handrit um rithøvundurin ynskir hesa tænastu. Tá hetta er arbeiðið, ið tekur tíð skal tað sjálvandi verða lønt. Hóskandi hevði í hesum sambandi verið, at ein partur av játtanini hjá Mentanargrunni Landsins var oyramerktur til ráðgeving/ritstjórnan. Vit kundu hugsa okkum at møguleiki var at søkja um ráðgeving, svarandi til eina ávísa upphædd og tímatal, alt eftir støddini á handritinum. Bræv er sent til Mentunargrunn Landsins við fyrispurningi um at samstarva um hetta mál, og vit hava fingið svar, har teir boða til fundar í mai, so vónandi spyrst okkurt gott burturúr tá.

Heimasíða okkara er nú virkin aftur. Skrivari okkara, Helle Thede Johansen, hevur fingið nýggja heimasíðuskipan at virka, og alt tilfar av týdningi er flytt av gomlu skipanini og yvir í ta nýggju. Til dømis eru høvundalýsingarnar hjá limunum í felagnum fluttar yvir og dagførdar út frá upplýsingum, ið nógv hava nýtt høvi at senda okkum. Tað ber sjálvandi enn til at broyta ella leggja nýtt aftrat síni høvundalýsing. Tíðindi og ymisk kunning av týdningi verða nú javnan løgd á heimasíðuna. Til ber altíð at seta seg í samband við okkum umvegis heimasíðuna og koma við ráðum, uppskotum, fyrispurningum og øðrum.

Einki debutantskeið var á Biskops Arnø í fjør summar vegna ætlanir um at niðurleggja debutantskeiðini, m.a. tí hildið varð at annað virksemi heldur átti at stuðlast. Ingmar Lemhagen frá Biskops Arnø kunnaði okkum um trupulleikan, og at hann var keddur um støðuna. Vit hildu týdningin av tílíkum skeiðum fyri smá norðurlendsk máløki vera alstóran og sendu tí klagubræv til Kulturkontakt Nord, Nordisk Kulturfond og Nordisk Ministerråd, har vit vístu á týdningin av skeiðinum. Vit vístu eisini á, at teir áttu at stuðla hesi verkætlan, sum ígjøgnum langa tíð hevur víst sína dygd heldur enn at stuðla tilvildarligum ‘popputum’ ætlanum. Ingmar Lemhagen sendi seinni takkarbræv, tí klaguskriv og onnur umrøða, sum okkara bræv var partur av, høvdu viðført at Norðurlandaráðið fór at taka málið uppaftur, og hann væntaði at tað fór at fáa ávirkan. Í fjør heyst var so debutantskeiðið álíkavæl. Fíggjan var fingin til vega og skjótt mátti berast at at finna luttakarar. Sissal Kampmann luttók úr Føroyum. Hon sigur seg vera væl nøgda og hava fingið nógv burturúr. Í ár kann so Biskops Arnø hátíðarhalda 30 - ára dagin fyri debutantskeiðini, ið byrjaðu í 1962. Skeið verður aftur í summar 10. – 14. juni,  og vit skulu finna ein luttakara innan 25. Apríl.

Í løtuni verður arbeitt við at seta á stovn eina norðurlendska barnabókavirðisløn eftir sama leisti sum bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, har upphæddin skal verða tann sama, 350.000
Nevndin í Norske barne og ungdomsforfattere hevur tikið stig til hetta arbeiðið, sum rithøvundafeløg í øllum norðurlondum eru við í. Hildið verður at barna- og ungdómsbókmentir verða ósjónliggjørdar og lítið virdar í norðanlondum, tær verða sjáldan ummældar og viðgjørdar í miðlunum. Hetta kann ávirka góðskuna, soleiðis at góðir rithøvundar t.d. ikki tíma at skriva barnabøkur. At Norðurlandaráðið letur eina barnabókmentavirðisløn kann mótvirka hesi gongdini. Hjá okkum fara Helle Thede Johansen og Turið Sigurðardóttir á seminar í Oslo í hesum sambandi 25. og 26. apríl. Ætlanin við seminariinum er at savna tveir til tríggjar rithøvundar og fakpersónar úr hvørjum einstøkum norðanlandi til felags kjak um, hvussu barna- og ungdómsbókmentirnar í økinum kunnu lyftast. Millum annað skal ein felags grundgeving fyri barnabókavirðislønini finnast. Tað sum kemur burturúr skal so leggjast fyri Norðurlendska Ráðharraráðið, ið hevur fund í Oslo 26. apríl 2012.
Helle og Turið hava kunnað seg um støðuna innan barna- og ungdómsbókmentir í Føroyum og sett eina frágreiðing saman. Tær hava sent kunnandi skriv til Bjørn Kalsø mentamálaráðharra, við vón um at fáa hansara vælvild, og biðið um fund við hann. Av viðlagda skjali sæst, at flestu barnabøkur í Føroyum eru týddar, av 88 barnabókum eru sostatt bara 12 upprunaføroyskar.