25.3.12

Høgni Djurhuus fær Móðurmálsvirðisløn


Á hugnaligari samkomu í Fútastovu í dag, fekk Høgni Djurhuus Móðurmálsvirðislønina 2012. Ætlanin er at hetta skal vera ein afturvendandi virðisløn, sum fær heitið V.U. Hammershaimbs virðislønin, segði Bjørn Kalsø, landstýrismaður við mentamálum. Hann stendur í durinum og við hansara lið er Solby Eliasen, programmleiðari í Kringvarpinum. Til dagin hevði Høgni funnið fram ein Náttarravsntroyggju, sum man vera útvið 20 ára gomul. Tað var í teirri sendingini, at hann fyrstu ferð royndi Klummuna.



Grundgeving at lata Høgna móðurmálsvirðislønina var soljóðandi: "Á móðurmálsdegnum 25. mars verður Móðurmálsvirðislønin 2012 latin journalistinum Høgna Djurhuus fyri klummur, sum hann í mong ár hevur skrivað og borið fram í føroyskum miðlum. Klummurnar eru nýskapandi við sniðfundiga hugsaðum vinklum og málsligum snildum, fyrst í Útvarpi Føroya, síðan í bløðunum Fregnum, Vinnuvitan og Sosialinum.

Høgni Djurhuus er hendinga snildur við penninum og dugir at spæla sær við málinum. Í klummunum bjóðar hann málinum av, gevur tí flog, samstundis sum hann krevur nógv av sínum lesarum. Lesarin, ið gevur sær stundir, varnast nógv tekstløg, sum hvørja viku gera miðlarnar fjølbroyttari.

Fyri at hava ríkað móðurmálið á henda hátt fær Høgni Djurhuus Móðurmálsvirðislønina 2012, sum Dimmalætting, Sosialurin, Kringvarp Føroya, Føroyska málnevndin, Nám og Mentamálaráðið lata."

Við heiðirsbrævinum, sum Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hevur skrivað undir, fylgdi eisini ein kekkur áljóðandi 25.000 krónur.


Íslendski aðalkonsulin, Þórður Bjarni Guðjónsson, bjóðaði vælkomin í Fútastovu, sum eru partur av ættarsøgu Hammershaimbs. Á íslendskum talaði hann um málrøkt og Dag íslenskrar tungu, sum er føðingardagur Jónasar Hallgrímssonar. Brynja Ósk Birgisdóttir týdd so hvørt til føroyskt.


Bjørn Kalsø, landstýrismaður við mentamálum, helt talu um tann týdning góða málið hevur í miðlunum og almenna rúminum og víst á breiddina í føroyskum tíðindaflutningi beint nú, frá airbussi til bátasmíð. Høgni Djurhuus helt ein fynduga røðu við ikki sørt at íbygdum skemti og speii. Heilt frá journalistikki til tjóðskap og skúlagongd. Men Høgni sló eisini fast at tað verður ikki við mál- og bendingarlæru einans at vit fáa betri miðlar. Eftir handan og talu, greiddi Eirikur Lindenskov frá um ættina hjá Hammershaimb og um grannahúsini, Fútastovu og Nýggjustovu. Aftaná fekk eg Høgna út í tún, yvir móti grønu hurðini i Gongini 1, har matstovan Áarstova er í dag. Tá Høgni í 1980’unum var nevndarlimur í Filmsfelagnum, búði hann her. Høgni er føddur í Havn í 1951 og flutti 11 ára gamal til Íslands, har hann tók studentsprógv á Akureyri í 1972. Hann hevur verið journalistur á avísunum 14. September og Sosialinum og síðani 1990 í Kringvarpinum, sum tá bara var Útvarpið.


Eftir forvitnusligu røðuna hjá Eiriki Lindenskov um Hammershaimbættina, var kaffi, høvið at keypa Bókmentasøguna hjá Námi og at vitja grannahúsini, Nýggjustovu, har Eirkur og tey búgv innan tey fyrsta dagin flyta niðan á Hvítanesvegin.