10.3.12

Innistongdur útlongsul


Einki er sum fríggjakvøld í sjónvarpi. Arbeiðsvikan er av, nátturðin er etin og flaggskipið hjá Kringvarpinum, Dagur og Vika, er farið aftur um bak. Beinini upp á borðið, nú er vikuskiftið byrjað. Síðan Saturday Night Fever kom fram í 1977 hevur verið tosað um weekend ættarliðið í nýggja brúkarasamfelagnum.

Kappingar, stuttlig fólk, men eisini nærvera, sum livandi og organisk setir seg undir húðina.

Hetta fríggjakvøld er danski X Fakturin so pura uttan kappingarelement. Eingin fer út og eingin kemur inn. Jú, hin aldrandi Riche og Seebach yngri koma inn. Soleiðis óforpliktandi. Ikki júst tilfar við biti í eitt up tempo fríggjakvøld.



Karmurin og sjálvur dynamikkurin í X Faktor sendingini, snúningsásurin, er tankin um at vera beinleiðis. Tað krevur nærveru og atkvøðusamband beint til hyggjaran. Tá einki kappingarelement longur er í sendingini, er einki at savnast um. Soðið er so tunt í hesi sending at nú er hon deyðfødd, hvussu Sveinur so kýtir seg at raka hægstu tónar í Glad igen.

Í Kringvarpinum er Mælt eisini beinleiðis. Haldi eg, í hvussu er. Eg varnaðist einki frásøgusnildi, sum bara leikandi varisliga kundi bent á at sendingin veruliga var beinleiðis. Her er einki feel ella nøkur nerve, sum bendir á tað sjáldsamu nærveru, sum er í effektivum sendingum, sum eru beinleiðis eitt vikuskiftiskvøld. 


Ikki tí, her eru bestu karmar frá pallmeistaranum Edwardi og ein av okkara bestu journalistum, Høgni, er vertur. Men her er einki tempo, einki tempo, einki tempo. Og hvar er livandi kamera, sum eyðkennir tílikar sendingar, sum eru nærvið og beint her og akkurát nú í luftini? Sum fylgja persónum, sum koma inn og út og kanska festa seg við eitt hurðarglopp, sum kundi gjørt allan munin og veruliga staðfest, at vit vóru beinleiðis í luftini ella ikki? Her er onkur, sum er langt frá vertinum, sum als ikki er til arbeiðis.



Eitt belærandi køksskeið av Húsarhaldsskúlanum sigur mær einki eitt fríggjakvøld, tí tað hoyrir til eina morgunsending ein gerandisdag. Nú er kvøld og vikuskifti. Up tempo, up tempo, please. Men har er einki og fyri ikki at fara heilt í kjallaran skifti eg kanal.

Tá bjóðar DR2 ein filmklassikara frá 1969 Easy Rider. Sá hann í Havnar Bio tá, og havi síðani havt útlongsul. Ikki minst eftir at hava keypt Christian Matras á bókaútsøluni í vikuni. Tá stakst aftur upp at bløða. Sigl, oyggj, fram úr mjørka, nú ert tú eitt skip. Innistongdur útlongsul, sum orðaknappur alir fram eina desperatión, ið darrar í luftini. Peter Fonda situr á skipinum, sum smádrongurin av Brekkumørk flotar í einum hyli á Helluni. Flotaður útlongsul við síðum hári, sum bleiktrar í vindinum.



Øll hava vit útlongsul. Men megna vit at forloysa hann? Christian Matras ger tað. Í fáum orðum. Tá er hann bestur. Í tiltakandi desperatión. Heimliga sjónvarpsfríggjakvøldið var ikki forloysandi. Tað flutti seg ikki av staðnum, tí tað var innibyrgt. Og tað er deprimerandi. Serliga hjá avbyrgdum oyggjarfólki, sum bara kunnu hyggja út í ánna eftir einum turrum løgasteini.

Spita upp og kom avstað!