Skip to main content

Mælt á øðrum sinni



Nú vóru fleiri betri skipaðir frásagnarlutir í sendingini Mælt. Myndarørslurnar vóru í fleiri førum góðar og eygleiðandi, tá gestir komu inn. Men samlaða úrslitið var einki serligt. Her eru ov fá kamera. Verturin, Høgni, royndi sítt besta, men við matinum og suðuroyinginum bleiv tað ein leypasending, sum Finnbogi Ísaksson segði, og ikki í slekt við late night talk show eitt vikuskiftiskvøld, sum hjá Skavlan og øðrum møguligum fyrimyndum.

Verturin var so nógv hugsandi, at hann fleiri ferðir steðgaði upp í berum hugsunarsemi. Alt á mildasta hátt. Men hesin mildleiki elvdi til, at hann ikki nær námindi kundi halda Gerhardi føstum uppá tað, sum hann segði, ella kanska ikki segði, á tingsins røðarapalli um listafólk og teirra ótoliliga leti, grannvaksnir pottalokskandidatar í Havn. Gerhard slapp at spæla stovureinur og tosa um bátasmíð sum skálkaskjól, og heldur ikki her var hann fangaður í møsninum um list og mentan, sum hann brúkti hvørt um annað. Tað var alt annað enn gott. Og tær báðar skilakonurnar, Eivør og serliga Elin, tøktust illa við av júst hesum sama. Livandi prátið varð steindeytt. Hví kundi Gerhard ikki spæla ein á harmonikuna, nú hann var komin yvir um fjørðin? He'll have to go meðan Eivør, sum var í góðum formi, sang. Tað hevði verið nakað, ið hvussu er fyri henda hyggjaran. Og so parturin um mat, sum lukkutíð var stuttur. Vildi ynskt, hann var so nógv stytri. Elin var spennandi sum fremsti forkempari fyri barnabókmentum og eg vildi sloppið at hoyrt meiri frá henni. Beinleiðis effektin er enn ikki sjónlig og skiftið frá sofu til pall hjá Eivør var so avskorið, at eg fyri vist haldi, at hetta var als ikki live.

Mælt er spennandi roynd og skilligt er at hetta er stór framleiðsla. Men spell, at vit ikki tykjast læra nakað av eldri royndum, men altíð skulu fara aftur til Adam og Evu. Vit hava fyrr havt Kjørbreyt í Sjónvarpi Føroya 1990 og har um leið, og Leivssjóð í 2007, har talkshow formurin varð reindyrkaður á føroyskum, við áskoðarum, gestum og húsaorkesturi í Sjónleikarhúsinum. So mikið at norska WikiPedia sigur at verturin, Leivur Hansen, er Føroya fyrsti talk show vertur. Okay, men eg haldi at hin allar fyrsti var Marius Johannesen í Listaskálanum, tá hann hevði samrøður við m.a. Mortan Johannessen, longu síðst í 70’unum. Ikki fyri tað eintýðugt góða, men fyrstur. Men aftur her mangla vit skrásetingar og so púrastani eina føroyska gransking. Vit mugu læra av øll royndum, sum gjørdar eru, síðani føroyskt sjónvarp fyrstu ferð sá dagsins ljós. Mælt bendir ikki á at nakað stórvegis er lært á hesum øki. Ov nógv er framm eftir fummum og tann bera leypasending. Men tað stendur so eftir at mótprógva fyri føroysku hyggjarunum.

Livst, so spyrst.