Skip to main content

Stallur og Sornfelli


Eftir arbeiðstíð í dag, skeyt Pól upp at vit í góðveðrinum fór ein túr niðan á Stall. Tað er 614 metrar høga fjallið fremst fyri, sum er dygst við vegateymin av Oyggjarvegnum og niðan á Sornfelli. Har vit seta bilin sigur kortið at vegurin er 570 metrar omansjóvar. Skælingsfjall, sum sæst aftanfyri, er 763 metrar.


Har er Stallur, sigur Pól og peikar aftur við svingandi Sidney Bechet tónleiki í bilinum. Klarinett, hugsi eg tað var. Vit ganga niðan brekkuna undir Stalli meðan ljósið spælir. Beint nú er sólin hvøss og klár og himinin bláur við fáum skýstroggjum.


Men so skiftir bæði lendið og lýsið. Bráddliga er sum at vera á Mánanum og lýsið er grátt í grátt. Fremst fyri er Gunvá í gonguskóm og myrkamóreyðum koti. Í baksýni sæst norðari radarkupulin á Sornfelli, har Navair fær upplýsingar um floglíkindi í Vágum.


So eru vit komin niðan á Stall og nógv er at síggja kring varðan á toppinum. Pól peikar á Vágalandið og Trøllkonufingur, meðan Dorit avmyndar og Karina tjekkar inn á iPhonini. Vit eru á Stalli. Nú er háur himin, gott og bjart ljós.


So dregur saman og sýnið suðureftir verður sum í einum Kingosálmi. Ígjøgnum sortar skýggja kemur fram hin gylta sól, so at bølamyrkur má flýggja, lýsir í um tind og hól.


Og hinvegin, norðureftir, undir okkum, síggja vit niður á grótbrotið í fjallaskugganum undir Stalli í Hundsáarbotni, eitt hugtakandi sár í lendinum, ið er langt sum ein hálvur flogvøllur.




Gott er at hava kort við sær í fjøllunum, so ein sær hvørji nøvnini og hæddirnar eru. Nærmyndina av Karinu, sum við grótbrotinum í baksýni hyggur oman á Signabø, tók Pól. Vit ganga oman aftur og í brekkuni, millum cross súkklu sporini, finna vit mosagrónar steinar í ymsum skapi.


So nær við Sornfelli fáa vit samband við Oddmar bróður, sum vísir okkum runt inni í Sornfelli og sigur frá um útgerðina, sum enn er har, innan alt verður flutt til Nuuk.


Tær báðar sjáldsamu myndirnar omanfyri tók Karina við iPhone'ini í Hipstaprint stíli av mær og Oddmar í kalda vindinum uppi á Sornfelli. Innkomin í fjallið ganga vit upp trappurnar, einar 80 metrar beint upp, meðan dryppandi vatn innan úr fjallinum hoyrist uttan á jarnplátunum. Dorit hevur ikki roynt hesar sjáldsamu trappur fyrr, men gongur órædd bæði upp og niður. Frammanfyri í trappunum er Karina.


Komin upp í sunnara kupulin, opna vit dyrnar og krúpa út at síggja nærum allar Føroyar. Her er tað Gunvá, sum kemur út gjøgnum trongu dyrnar og traðkar út á fjallatromina.


Hóast skýggjað, sæst heilt til Suðuroyar. Fremst fyri eru Koltur og Hestur, síðani Trøllhøvdi og Sandoyggin, og Stóra og Lítla Dímun.


Sólin stavar hvøss eina løtu og Dorit tekur iPhonina fram, meðan skuggin fellir skarpur og langur. Í lendinum niðanfyri sæst Streymoyarsyllin vella upp úr jørðini. Longur burturi sæst Skælingsfjall og til høgru er Stallur.


So er at fara inn aftur í kupulin, gjøgnum undirjørðisku gongdina, sum er valaverk, stoypt fyri 50 árum síðani og man halda til minst ein verðaldarbardaga ella tveir. Gunvá er fangað mitt í gongini millum kuplarnar.


Og so er at trýsta á knappin í lyftuni, sum førir okkum niður í stovuhædd á Sornfelli, har eingin býr longur. Ein frálíkur túrur við Pól uppi á Stalli og inni í og uttaná Sornfelli við Oddmar.