26.3.12

Talan hjá Høgna



Her er talan hjá Høgna Djurhuus, journalisti í Kringvarpi Føroya, eftir at hann fekk Móðurmálsvirðislønina 2012 á føðingardegi Hammershaimbs 25. mars:

Ein maður, sum eg skrivi um viðhvørt, plagar at siga, tá heiðurslønir sum hendan verða latnar fyri hetta ella hatta:

“Harragud, er hatta tað besta á hasum økinum.....hvussu fanin er so alt hitt?”

Eg plagi at siga við hann, at hatta er ein avgerð, sum ikki kann kærast. Hon er endalig.

Sum tey plaga at spyrja flogbóltsspælarar:

“Høvdu tit roknað við at vunnið í dag?”

Higartil hevur eingin svarað ja. Enn minni, ja, sjálvandi. Sjálvsálit er ikki júst okkara tjóðareyðkenni. Vit eru smæðin og lítillátin.

Hevði eg roknað við hesum her? Bæði ja og nei, men sjálvandi ikki, ja, sjálvandi.

Tí eg skilti tíðindini um hendan máldagin, at ætlanin var at heiðra góðum máli í tíðindaflutningi.

Eg havi verið tíðindamaður í 35 og hálvt ár, men tað hevur eingin givið sær far um enn.

Eg havi skrivað klummur í okkurt um helvtina av teirri tíðini. Og tað eg fyri tær, at eg fái hendan heiðurin.

So spyr onkur ítróttarjournalistur í Trimum tveimum meg, um eg hevði roknað við hesum her, so svari eg “ja, sjálvandi. Eg havi roknað við tí í nógv ár.”

Eg siti ikki á feysbukkuni, so eg veit ikki, hvat fólk halda um meg og tað, eg fáist við.

Eg eri asosialur og tosi ikki so nógv við fólk, og so als ikki um meg sjálvan.

Tí er óført at fáa ein dóm, eitt ummæli, sum grundgevingin í heiðurslønini er. 

Tað byrjaði av álvara við Náttarravnum í 1993. Tað var ein semisadistisk fragd at siga klokkan fýra minuttir yvir midnátt leygarkvøld, at í gjár var leygardagur, í dag er sunnudagur og í morgin er mánadagur. 80 prosent av teimum, sum lurtaðu, vóru stødd í einari uppgangandi kenning, so tað dámdi teimum lítið at hoyra, at í morgin er mánadagur.

Nú er tað vorðið sjavinistiskt at seta dupult kyn á orð, ella skeivt kyn á orð, sum umfata okkum øll.

So móðurmál, tað kunnu vit menn ikki góðtaka. Eg havi skotið upp at kalla málið foreldramál, so ganga vit ongum ov nær.

Móðurmál, ja, og føroyskur móðurmálsdagur. Eitt sindur ørkymlandi, tí móðir mín er donsk og tey 14 árini, eg gekk í skúla, gekk eg í skúla í Íslandi í tey tíggju, hini fýra í Svartaskúla í Havn. Hann er reyður uttan, men hann var svartur innan.

Nú dagurin í ár er halgaður fjølmiðlunum, fari eg at nýta høvið til at siga mína hugsan, og hon er sjálvandi skilagóð, um fjølmiðlar og málið.

Tað verður kravt av fjølmiðlunum, meira enn av nøkrum øðrum, at teir hava eitt gott mál.

Gamaní. Men fjølmiðlafólk hava gingið í somu skúlum sum allir aðrir føroyingar.

Og tað er ein sannroynd, at føroyski skúlin megnar ikki at læra føroyingar føroyskt. Men hatta við málinum er onkursvegna viðføtt, so vit eiga ikki at deila skúlan ov nógv. Eg hevði til dømis rokning tey flestu árini, eg gekk í skúla, men eg dugi ikki at rokna.

Eg ræðist tann dagin, og hann kemur, at eingin fær starv sum fjølmiðlafólk uttan at duga stavsetingina og orðabókina uttanat ella uttan at duga at benda Trónd.

Tað verður ein vanlukka fyri føroyskar fjølmiðlar. Tí tað eru fólk, sum eru fram úr góðir journalistar, sum veruliga duga tað yrkið, men sum siga ella skrivar Sveinur í hvønnfalli. Eg stemmaði upp á Svein. Vit kunnu ikki útihýsa teimum frá fjølmiðlunum.

Eg veit, eg veit. Málið er amboðið hjá miðlafólkið. Nógv valaverk eru gjørd við vánaligum amboðum. Til dømis pyramidurnar.

So lat tað verða staðfest eina ferð fyri allar: journalistikkur er ikki mállæra.

Næsta vikuskiftið verður so ræðuliga tómt her í Føroyum, eingin luftbussur, einki X-Factor. Hvat skulu føroyingar tá gera annað enn lesa Umafturafturum...

Eg takki fyri heiðurin.

Høgni Djurhuus er føddur í Havn í 1951 og flutti 11 ára gamal til Íslands, har hann tók studentsprógv á Akureyri í 1972. Høgni hevur verið journalistur á avísunum 14. September og Sosialinum og síðani 1990 í Útvarpinum, núverandi Kringvarpinum..