22.3.12

Tíðarlummar


Í løtuni spælir Edvard Nyholm Debes klassisku LP plátuna Pearl (1971) við Janis Joplin í Útvarpinum. Einki kann sum tónleikur fáa góð, gomul sár upp at bløða. Síðst, eg spældi hasa plátuna var í 1973 á mínum nýggja Lenco plátuspælara, sum bæði hevði ein beinan og ein s-skapaðan arm, og við fjaðrandi kontravektum lat eina reyða Ortofon nál renna gjøgnum foyrurnar og fanga øll ljóð úr vinyl plátuni. Styrkjarin var eitt norskt Radionette radio og háttalararnir vóru eins norskir, Tandberg, men við Philips dome tweeter diskant háttalarum, sum eg hevði sett í ístaðin. Og enn betri enn Pearl dámdi mær konsertupptøkuna In Concert (1972) við Janis Joplin. Hin fyrra er horvin, men hendan seinna er til enn. Evigt eies kun det tabte, sum Ibsen segði.