Skip to main content

Emma fermd



Sunnudagin varð Emma fermd í Nólsoyar kirkju. Hon var einasti konfirmantur í bygdini, so nógv fólk kom á gátt. Emma er dóttur Helenu og Eirik. Fyrst var døgurði í Kunningarstovuni, sum er í gomlu pakkhúsunum hjá Hansen, sum pápin, Eirikur, eigur. Diana Victoria hjá mammubeiggjanum Ova stendur í kjallaranum og opnar tú gluggan er útsýni beint til kirkjuna. Anfinnur Nielsen var kokkur og konan Evy borðreiddi. Eftir at døgurðagestirnir vóru farnir, tók eg nakrar myndir av Emmu í pakkhúsunum, meðan prestur, Sverri Steinhólm, skrivaði í Bíbliuna. Ørindið var úr Rómverjabrævinum 10,10: "tí at við hjartanum verður trúð til rættvísi, men við munninum verður játtað til frelsu."


So varð Emma koyrdi í bili í Nólsoyartúni og niðan í Nýggjagarðar 18, har nátturði var heima hjá Emmu og teimum. Hanus gav Emmu eina X-Box við spølum í gávu. Jógvan, sum er í Keypmannahavn, er gubbi Emmu. Borðreitt varð við altskyns mati og onkur sett turt kjøt fram, sum var tað ein rósa, ein skerpikjøtsrósa. Til lukku, Emma, og manga takk fyri ein frálíkan dag.