Skip to main content

Grindahvalur á prenti



Framsýningin HVALATEKIN/FELTGRAFIKKUR lat upp í Norðurlandahúsinum og Steinprenti í dag. Opið er til 28. mai. Tað er danska listakvinnan Pernille Kløvedal Helweg, til vinstru omanfyri, sum í fjør setti ein heilan grindahval á prent í Føroyum. Við hennara lið síggjast Mette Marott, koparprentari, og Jan Andersson úr Steinprenti.




Listakvinnan hevur seinastu árini arbeitt við sporum av stórum og smáum djórum, sum verða sett á viðgjørdar koparplátur, sum oamfyri. Síðan verður prentað. Listakvinnan kallar arbeiðsháttin feltgrafikk.


Í fjør samstarvaði Pernille við Jan Andersson og Fríðu Brekku í Steinprenti, koparprentaran Mette Marott, professaran Dorethe Bloch og verkætlanina Biofar, at fáa prent av einum heilum grindahvali. Prentið er sett á risastórar koparplátur, tíggju fermetrar, sum vórðu etjaðar og prentaðar. Hetta er heimsins størsta koparprent, sum er gjørt í einum.


Á framsýningini er eisini eitt stórt koparprent at síggja við fótasporum av teim 22 luttakarunum í verkætlanini. Á myndini peikar Astrid Andreassen á hennara fótaspor. Heimabundna troyggjan hevur hvalamynstur.


Filmurin GRIND i et tryk verður vístur í Norðurlandahúsinum og ein annar filmur DELFIN i Steinprent verður vístur á Skálatrøð.


Framsýningin hevur verið í Vejle Kunstmuseum, Fuglsang Kunstmuseum, Kunsten i Ålborg og harumframt í Rogaland kunstmuseum í Stavanger í Noregi.