Skip to main content

Eg hoyri teg ikki, Struensee!




Í Havnar Bio gongur danski filmurin hjá 40 ára gamla Nicolas Arcel En kongelig affære. Arcel gjørdi vart við seg longu í 2004 við meistarliga filminum Kongekabale úr samnevndu søguni. Uttan henda film var eingin sjónvarpsrøð um Borgen, ið bergtók Ríkið og nú sæst á NRK í Noregi. Aktuelli filmurin, En kongelig affære, er søgan um danska kongshúsið meðan hin vitleysi Kristian Sjeyndi var kongur 1766-1808. Mikkel Boe Følsgaard, sum eg ikki havi sæð áður, hevur henda sjáldsama leiklut. Hann sæst saman við Mads Mikkelsen, sum er Johann Struensee, á myndini niðanfyri. Eins og í svensku skaldsøguni Livläkarens besök (Per Olov Enquist 1999), eru vit í 1770’unum og høvuðsdenturin er lagdur á pikantu kærleikssøguna millum blaðungu Karolinu Mathilde, sum 15 ára gomul kom úr Bretlandi og gjørdist drotning av Danmark, og týska Struensee, sum 31 ára gamal verður lívlækni hjá kongi í 1768. Tey bæði, Karolina og Johann, (Alicia Vikander og Mads Mikkelsen á myndini omanfyri) eru ikki børn av samtíðini, men droyma um eitt betri land, leyst av okinum hjá góðseigarum, kirkju og sensuri. Í loyndum lesa tey bæði Rosseau og upplýsingartíðin verður stillisliga gróðursett í einum tí døkkasta landi í Evropa.


Umvegis krýnda seingjarstokkin fær Struensee miðsavnað alla makt í ríkinum. Men hann er eingin strategur og fær alt ímóti sær, serliga prestin Ove Høegh-Guldberg (David Dencik, vit kenna úr Lykke, longst til høgru á myndini niðanfyri), sum kostar honum lívið. Kirkjan og stórmenn sløkkja fyri allari upplýsing og sensurur verður aftur í Danmark.


Í hesum kveikta dialogi er spell, at Mads Mikkelsen longu fyri tjúgu árum síðani gjørdi tað modernað og upplýst at verða samanbitin, hyggja niður og ikki opna munnin, tá tosað verður. Eg hvørki hoyri ella skilji meginpartin av tí, sum Mads Mikkelsen og alt hansara ættarlið av mannligum sjónleikarum sigur, ger og hugsar á donskum filmi og palli. Serliga í knøppum tilsipingum millum Struensee og Rantzau (Thomas W. Gabrielsson). Upplýs meg, Mikkelsen og lat meg hoyra, hvat tað er tú sigur! Tað er kjarnin í allari upplýsing!