Skip to main content

Gutti slær fyrsta grasið



Tá sláimaskinan hoyrist, er várið komið í Tórsbyrgi. Broytingar eru í náttúruni og í ár varð grasið sligið fýra dagar seinni enn vanligt. Kanska er tað ein varislig ábending um veðurlagsbrotingar, hesu ferð tann kaldara vegin. Fyrr varð ár eftir ár sligið fyrstu ferð 29. apríl, men í ár var dagurin annar mai, tá Gutti sló fyrsta grasið á felagsøkinum. Gutti býr í bláu húsunum, sum eru nummar 30, og hevur øll árini havt eitt vakið eygað við bønum, ið nú er sum ein golfvøllur, mjúkur og snøggur, so tú aftur kanst leggja hond á lendið og hoyra várið kalla. Skjótt fara summardáarnir at spretta og tá plagar Bjarnvarður í ljósagulu húsunum, sum eru nummar 31, at verða skjótur at heinta, so hvørt teir spjaða seg. Í meðan sita hundarnir og slota, sum vilja teir viðmerkja alt, ið fer fram, nú tað várar. Soleiðis hevur alt sítt pláss á heimrustini. Eisini í Tórsbyrgi.