Skip to main content

Ístíð í mai




Fyri fjøruti árum síðani yrkti Gurðið Helmsdal Nielsen um Morgun í mars, og nýliga hevur Guðrið Hansdóttir nýtt somu bjørtu orð, Morgun í mars. Men ikki eru tað tjøldur, ið flúgva til okkara í morgun og boða frá vári. Við eini lættari umskriving kundu vit heldur sagt ístíð í mai. Heldur enn fyrijáttan um summar, er tað ístíð, heilt út í ársins fimta mánað. Soleiðis tykist tað í Tórsbyrgi, nú vit eins og øll onnur í kommununi hava ruddingardag, meðan páskaliljurnar royna at síggja ljósið, nú hann kavar í morgunsólini í mai. Klikk á myndina niðanfyri, so sært tú tær kanska.


Kanska er tað nátturan, ið hevur eina varisliga viðmerking til almennu støðuna. Her er einki skil á nøkrum, hvørki í náttúru ella politikki, lokalt og globalt. Facebookvinurin Jóannes Guttesen hevur í morgun hesa viðmerking:

Páskaliljurnar hava bíðað og bíðað og bíðað, men nú kláraðu tær ikki at bíða meir og tær hava foldað seg út. Og nú berjast sólin og kavin um sigurin - annaðhvørt. Veðrið er akkurát, sum fólkaatkvøðan - einki skil í - kalt og keðiligt og spurningarnir góvu einki svar, men settu bara enn fleiri ósvaraðar spurningar. Í dag hava vit ruddað - og har skilja vit - skilir tú? Og so haldi eg, at bátastevnan á Toftum skal flytast til í februar - tað er altíð ringt veður tá bátastevna er á Toftum. Nú er sól, men í havsbrúnni hómast eitt nýtt kavaæl. Og eins og páskaliljurnar, so fara nøkur tvørbøll í báti inn á Toftir (Jóannes Guttesen)


Men út á dagin kemur sólin fram og við Floy í føvninginum fortelur Gutti mær um rósurunnin, sum er 36 ára gamal, meðan Bjarnvarður hevur fingið ein trupulleika við sepptikktanganum, sum er vorðin ov fullur í grannagarðinum. Í tanganum savnast alt úr seks grannahúsum. Hetta má vera ein konstruktiónsfeilur frá 70'unum, tá Tórshavnar kommuna bygdi øll tey 36 húsini í Tórsbyrgi.



Martin Enok spular við trýsti og sópar túnið, meðan Anna, sum leingi hevur verið burturi í øðrum londum, lúkar í heimligu moldini, so allar plantur koma fyri seg, nú hann várar í Tórsbyrgi.



Jens Petur reinsar rennur og frárensl á parkeringsplássinum, meðan Gunnar fyrireikar innflyting í nummar 2, sum hann nýliga hevur keypt. Húsini síggjast í baksýni. Ovast hómast tvær rivur, har hann hevur lossað bjálkar inn, tí hann ætlar at reisa tekjuna niðaneftir.


Aftanfyri húsini hevur Jens Petur gróðursett mangt og hvat í smáum stykkjum. Í løtuni standa tulipanir og vagga í ivasama veðrinum við Nólsoynni í baksýni, meðan ein summarsligur bátur strýkur framvið og helst fer á bátastevnu á Toftum.



Arbeiðsklæddar, hampa Sigrún og Meta um á parkeringsplássinum. Tær eru báðar fyrrverandi forkvinnur í Eigarafelagnum. Meta, sum hevur verið við í øllum felagsarbeiði í mong ár, hevur selt húsini, sum eru nummar 34. Hon og Bjarni hava fráfaringarsamkomu fyri Tórsbúgvum í felagshúsunum Orkulonin fyrrapartin 28. juli og seinrapartin sama dag flúgva tey avstað til Danmarkar, har tey fara at búseta seg í Valby. Ei undur í, at Meta er hugsunarsom við steinin á felagsøkinum, meðan bláu húsini síggjast aftanfyri á niðaru myndini.



Hjá okkum, sum verða eftir í Tórsbyrgi, er framtíðin bjørt. Í hvussu er, um vit hyggja oman á næsta granna, sum er nýggja Boðanesheimið. Sum nakað nýtt í føroyskari bygging, er lendið longu gjørt av einslistum. Og longur uppi á bakkanum hómast Lágargarður og eitt steinkast í hina ættina, móti Hoyvíkstjørn, er Tjarnargarður. Fyri aldrandi fólk eru framtíðarútlitini til bústað av teim bestu í hesum býarparti. Um tað er eitt positivt aktiv fyri økið, er ein søga, sum onnur kunnu siga og meta um. Kanska tey, sum koma eftir okkum. Livst, so spyrst.