Skip to main content

Óupplýstir arabarar eru nakrir jødar



Mikukvøldið var eg á komediu. Eins og í øllum vesturheiminum varð The Dictator frumsýndur í Havnar Bio. Samstundis er høvuðspersónurin, Sascha Baron Cohen, á filmstevnu í Cannes, har hann ríður á kameli og drekkur kaffi við allari pressuni, bæði jøda og grikka.

Ikki kann sigast annað, enn at hann dugir at føra seg fram, bretski jødin og uppistandsskemtarin, sum nú leggur eftir arabarum.

Hann byrjaði sum rapparin Ali G (Ali G Indahouse 2002), men gjørdi so tríggjar filmar, sum allir hava verið sýndir í Havnar Bio:

Borat: Cultural Learnings of America for Make Benefit Glorious Nation of Kazakhstan (2006) er um sjónvarpsmanninum úr Kasakstan, Brüno (2009) er um samkynda mótamanninum úr Eysturríki og hin aktuelli The Dictator (2012) er um einaræðisharran Aladeen úr oljulandinum Waadeya, har tey ætla at gera kjarnorkuvápn, men bara hyggja eftir teknifilmi og elska at hata fólkaræði.

Felags fyri allar filmar er at høvuðspersónurin, eins og Mr Bean í Bean (1997), leitar til Amerika, heimsins fremsta land. Her hómast frásøgusnildið hjá Cohen. Heimligar atfinningar móti fremmandum londum, siðum og mentanum verða eins og eitt lemjandi sjálvmál snaraðar inn í amerikanska veruleikan, sum er fongdur við fordómum og illvilja. Alt ókent er ein hóttan. Ikki minst tá Aladeen í tyrluni yvir Manhattan fer at tosa um 2012 modellið av Porsche nine eleven (911).


Meðan teir báðir fyrru eru speiandi heimildarfilmar, mockumentaries, er hesin nýggjasti vanligur spælifilmur av komediuslagnum. Hann er ójavnur og onkuntíð er langt millum góðu bitarnar, har ein burdi flent og sligið seg á knøini. Fyrsti partur lýkur so lág krøv at hann kundi verið improviserað jólasketsj í miðdeildini í fólkaskúlanum. Men so koma gullkornini og perlurnar. Hin besta er tá Aladeen trokar alla doppelgängers av og kemur fram at mikrofonini í háborgini hjá Sameindu Tjóðum og skræðir frælsisskjalið hjá nýggja fólkaræðinum í petti, eins og ein politikari gjørdi á heimliga parlamentariska pallinum herfyri. Afturvið heldur hann eina røðu um kjarnuvirðini í einum sonnum einaræði.

Her verður filmurin til hvassa politiska satiru, tí øll viðurskifti úr fjara og ómentaða landinum Waadeya, eru sum tikin úr bókini hjá Obama í vónleysa vertslandinum Amerika. Tí hálovar hann einaræði og vil, við nærlagdum kærleika, kúga fólkaræði. Men so sær hann Zoey (Anna Faris) í durinum og alt fær eina aðra vend. Tey ganga í hjúnarlag og brúdleypsdagin uppdagar arabarin at hon er jødi.

Tann skaldsliga fynd, sum Charlie Chaplin brúkti í The Great Dictator (1940) sæst ikki aftur í hesum filmi, sum tó hugvekir og í støðum fær fólk at flenna í skelliláturi, tí hann er so næsvíst atfinnandi móti amerikansku fatanini av øllum fremmandum, ikki bara arabiskum jihad bombumonnum, men eisini av fúlum og peningagrískum kinesarum. Øll fáa sítt, onkuntíð sum ein keipumynd av Michael Moore og hansara avrikum, men ofast við tí bráddliga og óvæntaða skemtinum.

Eftir sýningina eri eg spentur at hoyra, hvat arabiski heimurin sigur um henda film. Verða fólk í øðini, ella fara tey at flenna. Eg vænti og vóni tað seinna. Einki kann flyta fjøll sum látur. Ein fjaldur boðskapur í hesum filmi kann sigast at vera láturbumban, sum er nógv sterkari enn kjarnorkubumban, sum Aladeen sigst gera úr teknifilmum.

Hóast filmiska avrikið er ivasamt, eru ørindini hjá leikstjóranum glæsilig og til fulnar verd at verða fagnað, sum skriftirnar siga. Og skulu vit á sama bíbilska støði taka saman um boðskapin í hesum ókristiliga filmi, so kann hann lesast úr brævinum hjá sama høvundi, tá hann skrivar til fólk í Rom, sum skuldu tey á CISV legu :

- Tí at ikki er munur á Jøda og Grikka!