17.5.12

Plátuløtur við discodrotningini



Sangarinnur blíva ikki gamlar. Í dag frættist úr Key West í Florida, at amerikanska disco drotningin Donna Summer er deyð, 63 ára gomul. Hon hevur í eina tíð drigist við herviligan krabba í lungum og brósti sigur Associated Press. Donna Summer var messo sopran og sang fyrst kór í kenda amerikanska bólkinum Three Dog Night. Fyrstu single plátuna, Sally Go Round the Roses, gav hon út undir gentunavninum Donna Gaines í Evropa 1971. Fyrstu ferð hon brúkti navnið Donna Summer var í 1974 á LP plátuni Lady of the Night í Munchen saman við italska Georgio Moroder, sum í dag er 72 ára gamal. Kendastu sangir, sum tey bæði gjørdu, vóru hin stunandi Love To Love You Babe (1976) og I Feel Love (1977). Donna Summer vann fimm Grammy Awards. Av gamla vinyl slagnum gav hon út ikki færri enn 89 singleplátur, seytjan LP plátur, tvær konsertplátur og 32 savnsplátur. Í Útvarpinum og á diskotekum kring landið var hon nógv at hoyra síðst í sjeyti og fyrst í áttatiárunum við sangum sum Hot Stuff, Bad Girls, Dim All the Lights og On the Radio.


Tíðindini um deyða Donnu Summers fingu meg at leita í plátusavninum og mín sann, um eg ikki eisini fann handritið til eina discosending frá 1980, har eg leggi út við I Feel Love og seinni í sendingini spæli Hot Stuff. Handritið er skrivað á baksíðuna av brævpappíri hjá Útvarpinum við gomlu skrivimaskinuni hjá Niels Juel Arge og rættað við penni og svørtum tusji, so hvørt eg havi lisið í Neumann mikrofonina í studio 2, niðri undir á Bryggjubakka, har tað altíð luktaði av kloakk. Haldi, eg var teknikari sjálvur, tendraði fyri mikrofonini og bandupptakaranum í kontrollrúminum og leyp so inn í studio at lesa meðan peran lýsti reytt. Og so at klippa og seyma til ein tíma eitt leygarkvøld, helst við árslok í 1980.


Tvey ár seinni, í dag fyri júst 30 árum síðani, kom klassiska LP plátan Thriller við Michael Jackson. Um poppkongin, sum andaðist í 2009, skrivaði eg minningarorðini Hann gav alt hann átti. Klassisku Thriller plátuna lata vit eisini standa sum eitt minni eina løtu í dag.