Skip to main content

Hanus Kamban 70 ár



Mánadagin 25. juni 2012 verður rithøvundurin og samfelagsrevsarin, Hanus Kamban sjeyti.

Í hesum sambandi skipar Rithøvundafelag Føroya fyri hátíðarhaldi sunnudagin 24. juni kl 16:00 í hølunum hjá Steinprenti á Skálatrøð, har Hanus leggur fram eitt nýtt savn av týðingum. Møguleiki verður at ogna sær bókina á staðnum.

Í tíðindaskrivinum frá Rithøvundafelag Føroya verður greitt frá, at tá ið Hanus Kamban í 1978 gav út fyrsta stuttsøgusavnið, “Dóttir av Proteus”, var hann longu langt síðani roknaður millum fremstu mentafólk okkara sum týðari, ummælari og viðmerkjari í bløðum og tíðarritum.

Víðari verður sagt, at hesi seinastu rúmliga tretivu árini eru fleiri stuttsøgusøvn komin frá hansara hond, umframt greinar, ritroyndir og týðingar og ikki at gloyma ævisøguna um J.H.O. Djurhuus. Hann hevur eisini gjørt vart við seg í loftmiðlunum. Fyri sjónvarpið gjørdi hann tær minniligu heimildarsendingarnar um Áarstovubrøðurnar báðar, Janus og Hans Andrias. Fyri útvarpið gjørdi hann m.a. ta vælumtóktu sendirøðina um javnaldran vestanhavs Bob Dylan.

Í flestu stuttsøgum sínum fæst Hanus Kamban við samtíðarveruleikan, sosialsálarfrøðisligar trupulleikar. Viðhvørt hevur frásøgnin, eitt nú í seinasta savninum, “Gullgentuni” eitt furðukent lag við myrkum littónum, men yvirhøvur er stílurin royndskygdur, realistiskur, og Hanus dugir væl at lýsa vanlig fólk og gera lív teirra í gerandisdegnum viðkomandi fyri lesaran, verður sagt í tíðindaskrivinum.

Hanus Kamban fekk virðisløn M. A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir í 1980 og fyri fagrar bókmentir í 1986. Í 2004 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins. Tvær ferðir hevur hann verið tilnevndur til bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Fyrru ferð í 2004 við søgusavninum “Pílagrímar” og seinnu ferð í 2012 við stuttsugusavninum “Gullgentan” Harumframt fær hann veiting fyri lívið frá Statens Kunstfond.

Umframt skrivingina var hann ritstjóri á tíðarritinum Fjølnir 1967-1969. Í árini 1992-94 var hann formaður í Rithøvundafelag Føroya.