16.6.12

Hvar er hin føroyski A. P. Møller?


Myndir: Helle Thede Johansen

Nøkur brot úr grein í Gallup Pulsinum 8, 2012:

Ein sunnudag kom ein pengamaður til bygdar. Á morgunmøtinum varnaðist hann, at eingin urga var í salinum. Og gita hvat, dagin eftir stóð ein vognur í túninum og tveir unglingar knossaðust við hana, nýggju urguna. Eingin gretti orð, men øll vistu. Soleiðis kennir Harrin síni. Spakført og í tí dulda, søgdu tey, hvítbotnað undir Kolli. Áratíggju eru liðin, og á onkrum økjum er samfelagið broytt, á øðrum als ikki.

Fyri tretivu árum síðan varð spurt í mentanartíðarritinum Brá, um nýkomna Norðurlandahúsið fór at verða nýggi koddin hjá mentanini at sova á. Í pallborðsorðaskifti um sama spurning, tjúgu ár seinni, varð svarað játtandi, tá tað galt almennu fyrisitingina og politisku skipanina. Her var hvørki mentanarpolitikkur ella ein virkisførur mentanargrunnur. Tað almenna svav so søtan á øllum koddum. Men øðrvísi var við einstaklingamentanini hjá Palleba og Marsonnu.

Men lat okkum hvessa sýnið og spyrja, um góðir karmar elva til mentanarliga foredling. Er nakar, ið skrúvar frá og letur tað renna frítt úr føroyska mentanarkrananum, øllum til fragd, sum var tað olja, ið spratt úr undirgrundini?

Hóast vit fingu hetta frágera hús, mest sum til gávus, so hevur eingin politikari gjørt mentan og enn minni list til vørumerki og eyðkenni. Vit skulu heilt aftur til Nonnegaard í Føroya Banka fyri at finna bara ein persón, sum miðvíst hugsaði hesi viðurskifti inn í dagligt virkni millum hond og ond.

Politikarar eru, sum alment hava sagt, at føroyska mentanin livir á útoyggj. Ja, ein mentamálaráðharri legði dent á, at har hevur mentanin tað gott og hon trívist væl. Á útoyggj kanst tú uppliva tað sonnu og ektaðu føroysku mentanina, verður sagt, sum er tað ein faldari til ferðafólk, kanska av krabbagogguslagnum.

Hyggja vit nærri at hesi útsøgn um mentan, so síggja vit í fyrsta lagi eitt greitt politiskt ábyrgdarloysi fyri føroyskari mentan. Men verri er, at útsøgnin er bæði snúin og lúrin. Í útsøgnini býr ein fatan av, at mentan skal ikki kosta. Hon kann sleppa at liva, helst á savni og undir eftirliti, men hon skal ikki kosta og slettis ikki fáa atgongd til ein marknað, tí mentan er, eins og tvøst, ikki til sølu. Hon er til varðveitslu, á útoyggj, har eingin býr og færri koma. Tað er so fitt og vandaleyst. Og kann takast fram, tá drotningin vitjar.

Tað er sjón fyri søgn, at ovast í ideologisku føðiketuni hava mentamál ikki politiskan áhuga, tí tey flyta ikki atkvøður.

Av evstu rók verður heldur skrúvað fyri tí virkni, sum fólkið kundi skapt burturúr mentanini, slapp hon at renna frítt.

Øðrvísi er við tí privata og óskipaða, sum eyga ikki fæst á.

Tak meg ikki í tí, men eg eri sannførdur um, at mált eftir okkara samfelagsligu alin og okkara avmarkaða búskapi, er hin danski A. P. Møller ein smámaður.

Ein sameining av mentan og mentanarligum hugsjónum millum teir kendu føroysku javnlíkar Møllers, hevði lagt lunnar undir heimsins sterkasta pall, har Broadway hevði verið hin smalri vegurin. Og tann vælskoraði føroyingurin, sum í framtíðini fer at byggja brýr millum mentan og kristnilív, hann fer at fáa eitt ríkt og higartil ósætt mentanarligt tilfeingi til høldar.

Tað er ein missur av teim sjáldsamt stóru, verður mentanin ikki góðskað. Tá kemur tilfeingið aldri til høldar.

- Kom, Føroya A. P. Møller, og lyft mentanarliga tilfeingið fram í føroyska ljósið og lat tað skína á onnur við!

Nú fari eg ein biltur inn í Eysturoynna. Kanska finni eg hann har, hin føroyska A. P. Møller.

(Brot úr greinini “Hvar er hin føroyski A. P. Møller” í Gallup Pulsinum 8, 2012, tekstur Birgir Kruse, myndir Helle Thede Johansen)