Skip to main content

Lívið handan skíggjan


Danski rithøvundurin Carsten Jensen hevur í dag eina tíðargrein í Politiken um tær ónevniligu hendingarnar á Utøya í Noregi 22. juli í fjør. Greinin er so skakandi góð, at eftir at hava sodnað tey djúpsøkk, sum er í hvørjum broti, eri eg farin at sakna teir eins góðu greinaskrivarar, vit eiga, men sum eingin sær á prenti longur.

Hvørki lærarar ella sálarfrøðingar makta einsamøll at eygleiða og skráseta tey uppælingarligu viðurskifti, sum Carsten Jensen nevnir. Tí hava skrivandi fólk eina stóra ábyrgd at seta orð á hesi viðurskifti í almenna rúminum, skal ómegdin ikki gerst ein permanent støða í teldufongda vesturheiminum, serliga innan skúlagátt.

Sagt hevur verið, hvussu góð telduspøl eru at menna strategiska hugsan og rúmliga sansin hjá serliga dreingjum í postmodernistiska samfelagnum. Sjálvur skrivaði eg tíðargreinina Heimleys vitan (2008) eftir umbøn frá Sosialinum um sama evni. Um námsfrøðiligu uppgávuna í dagsins samfelag, sigur Carsten Jensen lutvíst beint øvut, at her mugu høgir verndargarðar byggjast, tí øll eru ikki girað til lívið handan skíggjan:

“At følge Breiviks rejse frem mod 22. juli er en vandring gennem de mørkeste regioner i vor kulturs fantasiverden, hvor millioner af teenagere færdes hver eneste dag. Forskellen på dem og ham er blot, at de færdes der med den ironiske distance som værn mod de gotiske rædsler fra de zombier, varulve og vampyrer, der her er deres daglige omgangskreds, mens Breivik gik der uden noget værn.”
Mest beinrakin er Carsten Jensen, tá hann leggur okkum sjálvi undir sjóneyku í ljósinum av tí, sum mentanarliga verður mett sum hvør mans ogn, hvermandseje:

“Ethvert samfund balancerer på en altid nyslebet knivsæg mellem anstændigheden og barbariet, og der skal så lidt til, før balancen tipper, en umærkelig forskubbelse i ordvalget, når andre mennesker omtales, en råhed, der fra at have hørt hjemme på gaden eller i nattens sene timer, når alkoholprocenten stiger til det uhåndterlige, pludselig bliver officiel retorik, og så er den opfattelse af medmennesket som målskive, der normalt er forvist til kriminelle bander og de militære barakker, pludselig hvermandseje, ikke længere en skjult invitation til vold, men en åbenlys. Og et altid latent, lurende anarki bryder løs.“
Lesið og blívið klókari um einsama lívið handan skermin. Tað er næstan so, at eg verið maskinbrótari.