29.6.12

Rínur og hvínur



Í morgun rínur og hvínur í hvørjari sprekku. Hásummar er, men ikki er hugsingur um at lata vindeygað upp og taka eina líkinda mynd yvir fjørðin og av kampingplássinum. Neyðars summarkampistar, sum mugu brynja seg við saltráka og ongum útsýni. Nólsoyggin er mest sum burtur í sjórokinum. Tvey telt, eitt grønt og eitt gult, eru at hóma og í morgin skal Medina syngja summarhits fyri tannáringapisum í Vágsbotni. Danska veðurstovan DMI boðar frá í minsta lagi Hård vind, strúkur í vindi, sum er vindstyrki 6, ella 11-14 metrar um sekundið eftir Beaufortstiganum og heilt upp í Kuling, skrið, sum er vindstyrki 7 til 9, ella 14-24 metrar um sekundið eftir Beaufortstiganum. Norska veðurstovan Storm, sum Portalurin brúkar og Tryggingin stuðlar, sigur í mesta lagi 15 metrar um sekundið. Men afturvið regni er tað meir enn flestu brýggja seg um. Nú sær út sum at tey bæði í grøna teltinum pakka saman og rýma.