Skip to main content

Sólskinsdýpið



Mín kirkja hon hevur ein fagnaðarlit. Henda málsliga ragnsnúgving, millum Janus og sálmabók, kom fram fyri meg, tá Snorri lat upp dyrnar í Hoyvíkar kirkju um nátturatíð. Kanska verður sálmurin einaferð liðugur.
















Skuldi taka myndir til eina kristnibók. Ætlaði at fanga sýnið hjá organistinum á loftinum, til arbeiðis og tó við bakinum til meinigheitina. Í hesi avbyrgdu støðu er spegilin einasti liður og samband til veruleikan, prest og altar. Alt í einum bilspegili, hongdur uppi til vinstru. Alt.
















Kom í tankar um eina ta fyrstu fløgu eg keypti, tá hesin miðil var nýggjur og ókunnugur. Tað var í 1991 og tað var bara av ljóðtekniskum ávum, at eg varnaðist Keith Jarrett og Michalu Petri, sum spældu sonatur hjá Handel.
















Plátufelagið var RCA og fløgan hevði frámerkið Red Seal, sum ber boð um eina serliga góða ljóðupptøku. Gjøgnum Útvarpssendingar hevði eg um sama mundi tætt samband við norska plátufelagið Kirkelig Kulturverksted. Tey góvu út kirkjuligan tónleik, ofta við gomlum urgum, sum einari Nepomuk úr Weissenau í 1785, men altíð í óvæntaðum nýggjum ljósi. Í rúgvuni av fløgum, uppat Handel sonatunum, fann eg eina, Solskinnsdypet, har Ketil Børnstad (f.1952) setir tónleik til yrkingar hjá Kolbein Falkeid (f.1933). Bleiv so hugtikin av hesi fløgu og yrkingini, sum gevur henni navn, at eg slapp ikki framvið eini varisligari týðing, til dagin og vegin hjá øllum, sum sita við lívsins urgu og skapa kirkjur. Hvør í sínum lagi.

ALT

Tey spyrja hvussu gongst.
Tað er ein mildur máti at nærkast: Orð
sum taka bindið burtur uttan at sárið fer at bløða.
Eitt skýggj
fingur yvir kjálkan.

Eg kundi havt svarað við langum frágreiðingum,
sagt frá um holini í tí sløri vit kalla Lív,
um útsýnið gjøgnum tey: Bráddlig
brá móti snjófjaldum gátufjøllum, greiðari
enn nakar støddfrøðiligur formil
eftir túsund útrokningar.

Kundi eisini sagt frá
um dagar á bryggjukantinum.
Um at munda sær har.
Um gula sólskinsdýpið sum snýr sær
og aldri tosar í gátum, men loysir tær.

Kundi sagt alt, men svari:
Alt í lagi.
Hvør á sín hátt
vita øll alt.

(Kolbein Falkeid)