Skip to main content

Sunnudagur í Havn


So er summarið komið til Havnar. Tey grilla í túninum og Útvarpið gongur. Prát, møti og fótbóltur, hvørt um annað, og so donsk tv avís. Möger er enn ikki koyrdur frá og verður tað helst ikki. Niels Krause-Kjær sigur, at danskir veljarar er vorðnir kundar, heldur enn veljarar. Teir shoppa frá flokki til flokk, alt eftir, hvat hvør einstakur hevur tørv á her og nú. Veljarar eru vorðnir kundar, sum ikki eru flokstrúgvir. Men tað var danska tv avísin heima í stovuni. Á Skálatrøð verið eg tikin av einum øðrum og meiri jarðbundnum veruleika. Í Vikuskiftissosialinum síggi eg at vinir úr Javnaðarflokkinum skriva, at Hanus Kamban altið hevur staðið fyri tí demokratisku javnaðarhugsjónini. Eg leggi blaðið frá mær og lurti heldur eftir Bergi D. Hansen, sum í Steinprenti hugleiðir um ópolitiska politikaran, Hanus Kamban, sum nú fyllir 70. Altíð hevur mær dámt hann, nærlagda útvarpsmannin, kjakaran, týðaran og rithøvundan, Hanus Kamban. Og so hoyrdi eg fyri fyrstu ferð í mong ár Kára P syngja tekstir hjá Hanusi úr Vælferðarvísunum frá 1978. Í eina klassiska Shure mikrofon, ein bjartan sunnudag mitt í Havn.

Og meðan Kári P syngur úr Vælferðarvísum og vit ynskja Hanusi til lukku, duffa bátarnir á Vestaruvág. Hin vakrasti er heilt vist Turid, ein vælhildin chalup hjá Rasmussi Magnussen við kongaligum sniði. Longur inni liggur útliski seglbáturin Snow Goose, har tey júst hava vaskað hosur og troyggjur.

Gongur tú eftir nýggju Flatskattabrúnni ytst undir Bryggjubakka, festa eyguni seg við eitt annað slag av vakurleika. Tað er hesin patch work rukkublikks vakurleikin, ið sumstaðni sæst í Reykjavík, men eisini í Havn. Her hevur ferðavinnufyritøkan Rib62 brúkt serliga Tórshavnska estetikkin sum baksýni fyri lýsingum. So ljótt, at tað er stuttligt. Serliga tá skrukkuti betong veggurin á gamla Trygd sæst mitt fyri og reyða Strúkijarnið uppi til høgru. Nei, einki er sum Havnin. Hon hevur ein estetikk, ið tá hann er bestur, mest minnir um meslingar ella bráðkomnam skarlaksfepur.

Tá er gott at sleppa úr miðbýnum og niðan í katólsku Mariukirkjuna, niðanvert garðin hjá Rikardi Long. Har er ein nunna, sum á næstfremsta stóli hevur lagt seg á knæ, slept gittaranum, og beint nú biður hon eina drúgva bøn undir krossinum, sum sæst til høgru. Mitt fyri er altartalvan hjá Tróndi Paturssyni av naglamerkta Kristusi og til vinstru er gylta tabernakulið.

Tíðarleys rúm í tíðarleysum umhvørvi. Her er friðsælt og altíð opið. Fari uppá og í loftspegilinum hjá urguleikaranum síggi eg aftur hin naglamerkta Kristus á altartalvuni niðriundir. Blátt og gjøgnumskygt ein sunnudag í Havn.