6.6.12

Ziggy Stardust 40 ár seinni
















Í hesum døgum minnir Amazon bókahandilin meg á, at fjøruti ár eru liðin síðani Bavid Bowie fann uppá Ziggy Stardust á samnevndu LP plátuni. Eg kann keypa hana í serligari fjøruti ára útgávu fyri bara 8 pund og 99, siga tey. Men eg eigi jú upprunaútgavuna frá 1972 og kann við áminnandi tilboðnum í hondini staðfesta, at enn er hon tónlistarliga tíðarbær og í tøkni óskalað, in mint condition. Spennandi at hugsa, um danski yrkjarin Michael Strunge, sum sæst á hillini omanfyri, nakrantíð hevði skrivað ein stav, um hann ikki hoyrdi David Bowie. Og um Love Shop høvdu verið til, um ikki bæði Bowie, Strunge og kanska eisini Tove Ditlevsen, vóru undan teimum. Soleiðis gongur alt í ring og nú hava vit bara hugt at yrkjarum í einum landi, Danmark, í eitt avmarkað tíðarskeið og í einum marknaðarkróki, sum er bundin at rokktónleiki. Næsta ár røkkur Aladdin Sane sama aldur. Tað er mín besta LP við Bowie.