Skip to main content

Ein krossur aftan, ein krúna framman



Ein heimligur sunnudagsskúlasangur, sum stavar úr Assam í India, nevnir krossar aftan og krúnur framman. Hesin sangur kom mær til hugs, nú vit viðgjørdu grafiskar samleikar í Kringvarpssendingini hjá Gunnari Nolsøe, sum hann beinrakið kallar Stykkjagóðs.

Ein av sterkastu ímyndum á okkara leiðum er krossurin. Ikki verðsligi valkrossurin fjórðahvørt ár, men krossurin, sum er so kristiligur at hann varð brúktur at hanga fólk á. Við naglum. Kanska er tað ti, at henda ímynd sæst so skilliga, har hon er í almenna rúminum, blóðdryppandi frívillig ella ikki.

Tá BankNordik um miðjan juli skapti tíðindi, varð brúkt ein mynd av inngongdini í høvuðsskrivstovuni. Kring búmerkið síggjast teir beru krossar, sum sæst niðanfyri.

Tá Pál Joensen fer at svimja á Olympisku Leikunum í London, er Tryggingarfelagið Føroyar ein av sjónligu stuðlunum. Myndin omanfyri av Páli er tikin í einum svimjihyli, har vanligt er at svartar keramikkflísar markera longd og dýpd í hylinum. Men sædd úr hesin vinkuli er meistarasvimjarin settur millum tveir svartar krossar. Tað ber hvørki boð um lív ella eydnu.

Hiðani skulu tó ganga tey bestu ynski til Pál í London.