Skip to main content

Karl Marx rular

Í dag byrjar Marxistiskur festivalur í London og eingin hevur grett orð um tað. Hvørki miðlar ella Atlantsflog.

The Guardian hevur hugvekjandi tíðargrein um gamla Marx og nútíðar Kina, har arbeiðarin tryggjar at kapitalisman kann halda sær á floti og reiðiliga tað:

Today, 164 years after Marx and Engels wrote about grave-diggers, the truth is almost the exact opposite. The proletariat, far from burying capitalism, are keeping it on life support. Overworked, underpaid workers ostensibly liberated by the largest socialist revolution in history (China's) are driven to the brink of suicide to keep those in the west playing with their iPads. Chinese money bankrolls an otherwise bankrupt America.

The irony is scarcely wasted on leading Marxist thinkers. "The domination of capitalism globally depends today on the existence of a Chinese Communist party that gives de-localised capitalist enterprises cheap labour to lower prices and deprive workers of the rights of self-organisation," says Jacques Rancière, the French marxist thinker and Professor of Philosophy at the University of Paris VIII. "Happily, it is possible to hope for a world less absurd and more just than today's."
Og í gamla eysturtýska býnum, sum einaferð æt Karl Marx Stadt, men nú eitir Chemnitz, hevur fólksins lokali sparikassi spurt fólkið, hvørja mynd tey vilja hava á gjaldkortini. - Vit vilja hava Marx, siga tey sum við ein munn. Einki annað enn Marx!

Og í analýsu av nútíðar branding og reklamu taka vit fram orðini hjá Marx um brúksvirði og býtisvirði, og ikki minst tankarnar hjá Wolfgang Fritz Haug um vøruestetikk. Aftur ein týskur marxistur.

So nú eru vit í teirri margháttligu støðuni, at myndin av Marx, tankar hansara og ídni arbeiðarin í Kina tryggja altjóða kapitalismuna.

Livst, so spyrst.