Skip to main content

Meta og Bjarni flyta


Í dag, ólavsøkuaftan, søgdu Meta og Bjarni farvæl. Tey hava selt húsini og flyta til Vedbæk í Danmark. Nú fáa vit nýggjar grannar og kanska nýtt útsýni.


Nógv fólk var komið saman í gomlu hitamiðstøðini, sum nú kallast Orkulonin. Saknur fer at verða í teimum, ikki minst tí at Meta hevur verið við í mest sum øllum felagsarbeiði í Tórsbyrgi. Tað var ikki bara Gutti, sum tók lummaklútin fram, tá tey søgdu farvæl. Og so eru stundir til ein seinasta Gammel dansk.


Edvard Olsen, lærari og bridgspælari, koyrdi tey bæði, Metu og Bjarna, vestur á flogvøllin. Í túninum veittra øll farvæl og ynskja góða ferð og bestu eydnu við nýggju tilveruni í Danmark. Takk!