Skip to main content

Opið hús



So er opið hús í allari Tórshavnar kommunu. Undan ólavsøkuni, hósdagin 26. juli, hevði Gurðun fimmti ára føðingardag og sonurin Hávar 20 ára føðingardag úti í Nólsoy. Tvíburðabróðurin, Eirikur, er í Noregi, har hann arbeiðir umborð á oljuboripalli. Vit ynskja til lukku í durinum í Nýggjagørðum, og sama gera tey úr Noregi í telefonini.



Borðreitt er við øllum góðum, sum havið, hagin og bjørgini geva. Og kanska fáa vit frá Ivani Holm ein lunda ella tveir við inn til Havnar. Tað er Torlakkur Hansen sum stendur við lundunum í durinum.


Men hetta er bara byrjanin. Fyrst er borðhald við góðum røðum, har Leo Poulsen er orðstýrari. Aftur við felagssanginum spæla Hákun Hansen og Ivan Holm.


Vertsonurin, Shane, er úr Avstralia og kennir til seyðahald. Her hevur hann funnið manuellar saksar at klippa við. Heima í Avstralia klippa teir við elektriskum saksi, ella rakimaskinu.


Í kjallaranum í Nýggjagørðum hevur verið handil. Á hurðini er uppslag um Danmarks royale ugeblad og innast í kjallaranum fann eg eitt bræv við norskum gummibeitum fyri 5 krónur og 40 oyru stykkið.


Í einasta handlinum í Nólsoy í dag stendur Hervør Hansen við diskin. Vit keypa eitt til lukku kort, akkurát sum í stuttsøgufilminum hjá Antoni Petersen Skýming.


Eitt áhugavert fotostopp í Nólsoy er neystaveggurin við heiðursportrið. Ovast uppi er hálvur annar Kattrupp kassi settur í vindeygaðopið og stendur har enn.


So fara vit inn aftur til Havnar. Ikki eru vit einsamøll, bildekkið er fult av bilum. Nokk so sjáldsamt at síggja bilar í túninum í Nólsoy.


Um fjørðin verða vit mint á at ólavsøkan er í hond og seinastu kappróðrarnir standa fyri durum. Komin í land síggja vit allar teir gomlu Morris Minor bilarnar, sum eísini eru komnir úr Niðurlondum.