20.7.12

Sum at koma á mánan




- Hetta er sum at lenda á einu grønum mána, sigur Claartje van den Broek í matstovuni á Hafnia, har tey borðreiða við fiski. Tað er fyrstu ferð hon er í Føroyum. Forvitna niðurlendska blaðkvinnan er útbúgvin í sjónleikarasøgu og vitjar her við manninum, sum spælir saksofon í De Amsterdam Kletzmer Band á Gøtusandi í kvøld og í annaðkvøld.

Hon spyr um mál, mentan og politikk - og eg sigi henni um Hans Andrias og Janus og um frísarnar í Akrabyrgi.

Longu fyrsta mai kundu G fólkini bera hesi boð: "Vit avdúka nevniliga higartil stuttligasta ískoyti til skránna: Teir víðagitnu Amsterdam Klezmer Band. Ella sum teir eisini vera kallaðir: The Magnificent Seven of Balkan and Klezmer. Við yvir 1000 konsertum í viðförinum eru teir vorðnir millum kendastu og virdastu klezmer og balkan bólkarnar í Europa. Og hvar aðrastaðni enn á G! hevði tú roknað við at hoyrt klezmer og balkan í summar?"

Góða kletzmer skemtun!