Skip to main content

Tonight I’m Coming Home




Eg giti, at hesi bæði, Hallur Joensen og Kristina Bærendsen, verða nýggju føroysku sangstjørnurnar úti í heimi. Tað eri eg sannførdur um eftir stórbæra konsert í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið, har nakrir av bestu tónleikarum úr Nashville spældu undir, meðan tey bæði loystu sangaran Randy Moore av eina løtu.

Tað var Jákup Zachariasen, ið bjóðaði til konsertina, nú allar hesar góðu kreftir kortini vóru í býnum, í sambandi við at frálandaskipið Tórsborg hjá Supply Service var komið á Havnina fyrr um dagin. Í so máta hevur Supply Service skapt nýggja siðvenju, tá skip koma í flotan.

Umframt Randy Moore vóru tónleikararnir teir somu, sum høvdu skeið í Sjónleikarhúsinum og konsert í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn í august 2009. Bara Bryan Sutton, annar í røðini frá vinstru, var ikki við hesaferð. Á myndini eru teir frá vinstru David Hungate, Paul Franklin, Brent Mason, Paul Leim og John Hobbs, sum situr fremst fyri. Myndin er tikin aftanfyri pallin í Sjónleikarhúsinum í 2009.


Leygarkvøldið hildu øll ondini í Norðurlandahúsinum, tá kunngjørt varð at Lena Andersen og Niklas Johannessen høvdu umsett kenslulødda sangin hjá Steintóri Rasmussen Um tú hevur tað sum eg á fløguni hjá Halli Joensen Enn Stendur Hurð Mín Opin.

Á enskum er heitið blivið til Tonight I’m Coming Home og hann ber, bæði innihaldsliga og ikki minst í stíllegu. Tað er altíð ein spennitroyggja at verða settur í bás. Og tey, sum hava eina einoygda hugsan um country, burdu verið í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið. Millum fyrstu sangir hjá The A-Team, ella The Dream Team, úr Nashville, var Working Man’s Blues hjá Merle Haggard, einum tí mest eyðkenda countrysangara, sum til er. Men leygarkvøldið var hesin sangur alt annað enn country. Hann var blues, rock og eitt vet av jazzi og honky tonk eisini. Minst country, vil eg siga. Ein góð konsertbyrjan, sum kom í hæddina, tá Hallur og Kristina komu á pallin og sungu føroyska sangin í feskari týðing á enskum. Kristina djúpt og Hallur sveimandi høgt, bæði tvey við sannførandi styrki. Ein sangur, sum í stíllegu er nærri evropeiskari grand prix hevd, enn country úr Nashvilletúni. Jákup Zachariasen eigur lagið, sum eg vænti og vóni fer at verða spælt úti í heimi. Niðanfyri er hann avmyndaður í Hoyvík saman við Halli og Paul Leim, sum spælir trummur.

Hin stuttligi og livandi Paul Leim er eisini flogskipari. Hann kom við Airbussinum hjá Atlastflogi inn eftir Sørvágsfjørði fríggjadagin. Hann helt fyri at í øll tey 25 ár, hann hevði flogið, hevði hann ikki upplivað tílíkt. - Tit eiga at gera sum fuglarnir, halda tykkum til flogfør við veingjum omaná! Kanska er nakað um tað. Á myndini niðanfyri eru hann og konan millum Jákup og Tummas Justinussen frá Supply Service. Longst til vinstru er Hallur Joensen.