Skip to main content

Vælkomin til Havnar



Tórshavnar kommuna bjóðar øllum vælkomnum til Havnar, ella Tórshavnar, sum uppslagið sigur, á ólavsøku. Tey eru mong, ið leita til Havnar í hesum døgum. Á ferðmikla havnaøkinum, av Kongabrúnni um Bursatanga fram við Norrønu og út eftir bryggjuni, kunnu sjáldsamar samanrenningar koma fyri, eitt nú at Ternan flaggar við donskum flaggi, so sum tykist niðanfyri.


Men so er ikki. Uttan av havi kom í dag skúlaskipið Danmark við 80 næmingum á vitjan í tveir dagar. Manningin telur fimtan. Eingin føroyingur er, hvørki millum næmingar ella manning.


Veðrið var ringt sunnan fyri Føroyar og tey vóru eitt samdøgur seinkað, siga ungu næmingarnir, sum eru av báðum kynum.



Høvi verður hjá allmenninginum at vitja umborð á skúlaskipinum Danmark í dag og í morgin. Seinast skipið var á vitjan í Føroyum var í 1991.


Umframt danska skúlaskipið, sum er bygt í Nakskov í 1932 fyri skúlaskipið København, ið gekk burtur um ársskiftið 1928/29, vitjaði knapt so gamla ferðamannaskipið Black Watch eisini á Havnini í hampuliga veðrinum í dag. Skipið, sum er bygt í Finnlandi í 1972, hevur havt fýra ymisk nøvn, og er í dag skrásett í Nassau, haðani Fred. Olsen Lines rekur tað.