Skip to main content

Det blir aldrig som man har tænkt sig


Nei, tað verður aldri sum eg kundi hugsað mær tað. Júst so, sum videofilmurin í tilboðskassanum hjá Reyða Krossi í Vágsbotni sigur. Einki. Det blir aldrig som man har tænkt sig. Heldur ikki gomlu vhs bondini og øll tøknin, sum hvønn dag fer í gloymskuna. Eg leggi filmin aftur í tilboðskassan mitt millum agn og bátar undir Bryggjubakka í Central Tórshavn, sum flotta og nýteknaða talvan niðanfyri sigur.


Og ikki havi eg meir enn vent mær at avmynda informativu talvuna millum altjóða bátarnar í Vágsbotni, so er sólin frammi og eg má taka allar tær gráu myndirnar umaftur, filturleysar mitt í Havn. Kanska var gamli tilboðsfilmurin hjá Reyða Krossi eitt tekin um, at einki verður nakrantíð so, sum ein kundi hugsað sær. Ein minuttur og eitt skýggj eru millum filturleysu myndirnar niðanfyri, tvær og tvær, fyrst inneftir, so úteftir. Jú, Føroyar eru eitt fotoparadís, eisini omansjóvar, semjast Ingi Sørensen og eg skjótt um á bryggjuni.